Hetta vikuskiftið slapp eg í tveir føðingardagar. Og tveir sera ólíkar føðingardagar, báðir vóru deiliga upplívandi. Leygarkvøldið var eg í HB húsinum til Jóhan Paulasa 40 ára dag. Tað var so óluksáliga nógv gott skemt við borðið. Nógvir menn, og kammeratligt skemt; teir arbeiddu uppá føðingardagsbarnið, hann bað teir ikki brúka alt krútið, men goyma nakað, til hann skal giftast. Tað vóru tríggir borðstjórar, tað er fyrstu ferð eg havi upplivað tað. Tað riggaði so væl, teir høvdu hvør sín stíl, og allir vóru vælupplagdir. Ein fortaldi í eini talu, at hann hevði spurt Johan Paula, um nakar borðplanur var, nei segði Johan Pauli, ikki soleiðis borðplan, men eitt borð var planlagt, har skuldu ex-svigermammur sita. Vinmenninir høvdu eisini myndasýning, og eina framløgu um íløgurnar hjá Johan Paula, m.a. eina poppkornmaskinu, ein rennigravara og ymisk amboð, sum ikki finna sín líka í Føroyum. Og tað var ein fragd at hoyra teir syngja Man United sangin, kyndilsmenn sungu kyndilssangin. Johan Pauli sá gott út í føroyskum klæðum.
Í dag var eg í føðingardag hjá Esther Mariu og Jórunn, tær fylla 88 tilsamans. Esther Maria fyllir 25. Jórunn segði okkum søguna um, tá ið Esther Maria varð fødd. Har var harmonikuspælari og sangari, sum førdi ann í sanginum. Jórunn presenteraði familjuna og vinirnar, og maturin frá Oddvør var frálíkur. Magnus hjá Mats Andriasi svingaði til harmonikutónar.
No comments:
Post a Comment