Gleðiligar páskir allir blogglesarar!
Í dag hava vit verið á eggjaveiðu i slotsgarðinum í Reveillon, fyri eitt gjald sluppu børnini 1. at leita eftir eggjum, funnu 8 sjokoegg í part í grasi og millum trø 2. at mála eitt egg i einum eggjabikari 3. at fáa andlitsmaling (Madeleine vard Hello Kitty) 4. fáa saft og wienarbreyð og 5. riða á pony. Eitt fínt tiltak, hugnaligt umhvørvi.
Hetta er min síðsti bloggur úr sjampagnulandinum, við vínøkrum í øllum suðurvendum brekkum.
I morgin fari eg heim eftir mína longu ferð. Gleði meg!
No comments:
Post a Comment