Nú á páskum, tá ið eg vitjaði ommubørnini í Belgia, søgdu vit nógvar søgur, Madeleine fann upp á at biðja um ordiligar søgur, tað vil siga, sovorðið sum var ordiliga hent. Tað royndu vit so eisini. Louis og eg hava gjørt hesa søguna í felag. (Og Louis, um tú lesur hetta, send mær eina ella tvær tekningar til søguna OK? So seti eg tær á bloggin í annaðkvøld)
Eina ferð var tað ein kona, sum átti tríggjar dreingir. Eitt kvøldið var tann elsti farin út, og hon bíðaði eftir honum, men hann kom ikki afturíaftur. So sendi hon tann mittsta sonin at leita, hann var leingi burtur, og at enda sendi hontann yngsta út og bað hann biðja beiggjarnar koma heim í stundini. Tað gekk long tíð, og eingir dreingir. So fór konan sjálv út at leita. Hon fór beina leið inn í urtagaðin hjá grannanum, tað var ein ovurstórur garður, tí at grannin búði í einum slotti. Hon plagdi vanliga at nokta dreingjunum at spæla har, tí at maðurin, sum búði har var so løgin. Hann sást aldrin, og um hann sást, so talaði hann ikki við nakran. Hon gekk allan vegin rundan um slottið, hon sá ikki dreingirnar, men hon sá tríggjhar summarfuglar. Og… so sá hon mannin. Hann gekk við einum summarfuglaglúpi og fangaði summarfuglar. Ná, hugsaði hon, ein sum samlar upp á summarfuglar. Hon hugdi nú upp eftir slotsmúrinum og sá so undarlig ljós og skuggar innanfyri eitt vindeyga. Hon gjørdist forvitin, tí hon visti fyri vist, at maðurin búði einsamallur. Hetta flákrandi ljósi bleiv við í hesum rúminum mitt fyri á 1. hædd. Konan var so forvitin, at hon hættaði sær at fara til dyrnar at banka uppá. Tað vardi leingi til nakar svaraði, og tá ið maðurin kom til dyrnar, gloppaði hann bara hurðina so mikið, at hon sá annað eygað í honum. Hann var gruggutur: Hvat vilt tú spurdi hann. Nei…eg vildi bara hyggja inn á gólvið, segði konan. Ongin hevur vitjað meg í 35 ár, segði maðurin, tað er best, at tú heldur teg burtur, og hann var grummur á málinum og skuldi lata hurðina aftur. Eeee….bíða segði konan, eg vil bara heilsa upp á teg, vit eru jú grannar, og tað er so nógv fyri at ikki kunna práta saman. Til endans læt maðurin hurðina upp, og konan smoygdi sær innum. Hon fór aftan á honum inn í eina skrivstovu ella eitt arbeiðsrúm, har vóru nógvar fløskur og krukkur, og hon sá, at deydningahøvd og krossar vóru á fleiri, og so visti hon , at har var eitur í.
…framhald…
No comments:
Post a Comment