Apr 5, 2012

LOUVRE







Louvre var upprunaliga eitt miðaldarverndarvirki, bygt sum vernd ímóti víkingum, síðani í hundraðtalsár kongsbústaður. Nú er tað heimsins størsta listasavn. Long røð av fólki var uttan fyri pyramiduna, tá ið vit komu. Tó gekk skjótt at koma inn, og her - eins og aðrastaðni - sleppur ein ókeypis inn, um ein er undir 26 og úr ES.
Vit høvdu Da Vinci slóðina á skránni, hon leiðir teg til uml. 10 listaverk, sum øll eru nevnd í bókini The Da Vinci Code eftir Dan Brown. Eg og Rakul fóru skeiva leið beinanvegin, og næmingarnir fóru rætta leið. Men vit sóu kortini tað, vit skuldu. Har var tjúkt av fólki allastaðni, og tað undarligasta var, at øll tóku myndir sum brent. Størsta (eisini bókstaviliga) listaverkið er Brúdleypid í Kána eftir Veronese. Tað ríkidømi í staklutum! Jesus og mamma hansara sita mitt fyri, og brúðarparið situr vinstrumegin. Klæði, borðbúnaður, ljóðføri - alt er málað. Tað merkiliga við hesum málningi er, at hann hevur verid skrædnaður og er umvældur fleiri ferðir, og tað sæst als ikki, at har hevur verið eitt fýra metra stórt hol.
La grande salle er ein ovurstórur salur, og har hingu teir stóru renassancumálaranir á rað.
Mona Lisa varð gjøgnumfotograferað, og eingin vaktarmaður var har hjá.
Vit vóru bara í einum veingi á hesum stora slotti.

No comments:

Post a Comment