Bókin var Babettes gæstebud hjá Karen Blixen. Ein fantastisk søga! Mátíðin hjá Babette verður sameining jarðar og himmals. Ein heilag máltíð, sum veitir fyrigeving og stimbrar til eitt betri lív. Onkur bókmentafrøðingur leggur dent á tann kúgaða seksualitetin hjá systrunum, skjaldbøkan við sínum slangulíka høvdi og langa hálsi tykist teimum andstyggilig, men hon smakkar himmalskt, og tær vita ikki av, at tað er hon, tær hava sopið. Babetta verður lýst sum ein mystisk kvinna, samanborin við heks, og kanska er tað ein heksasabbat, hon fyrireikar? Eftir máltíðina situr Babetta í køkinum, líkbleik á høggustabbanum, tað er sum um, tey hava eitið hana, sum um hon eins og Jesus hevur offrað seg, allar 10.0000 hjá Babettu eru uppi. Men Babetta er nøgd, hon er listafólk, og hevur gjørt sítt ítarsta.
Bergljót Madsen hevði fyrireikað eina máltíð, sum ikki stóð aftanfyri Babettusa, vit fingu laksafat við hvítleyki, piparfrukt, oliven og mandlum við rísi og salati afturvið. Himmalskt. Aftaná fóru vit at hyggja at filminum um Babettu, men eg mátti fara heim til børnini. Ein herligur endi á ársins bókastevi. Hittast aftur í heyst!
No comments:
Post a Comment