Apr 19, 2012

In the Thick of Things

Tá ið eg fari í stovnarnar á morgni við børnunum hjá Turið og í vøggustovu, barnagarð eftir teimum seinnapartin og til handils vi teimum aftaná, kenni eg meg sum part í einum felagsskapi, sum um eg av nýggjum eri sloppin at at gloppa dyrnar inn í heim teirra ungu. At koma í felagsøkið í Øksnagerði í morgun og hitta tær blíðu kvinnurnar har og síggja foreldur og smábørn koma hastandi – minnast til at mussa, og Herbert kom rennandi, tí vit høvdu gloymt klemmið. Tað er deiligt at sleppa at vera omma, eisini um eg føli okkurt í knøunum, tá i ð eg knossi Magnu upp á loftið. Forrestin fer hon skjótt at kunna leiðast allastaðni.

012008

1 comment: