Jul 31, 2012

Minnisvarði

Nú eru 2 ár og 4 mánaðir, síðani Hans Marius fór frá okkum. Nú vóru nógvir steinar reistir har á leiðini, sum hann liggur. Eg eri glað, at hann hevur fingið ein stein. Vit reisa minnisvarðar um so mangan mann, bæði kongar, yrkjarar og vinnulívsmenn,  soleiðis eisini um hann, sum var kongur, yrkjari og vinnulívsmaður í okkara familju.

003

007

Jul 30, 2012

Gerandisdagur

Til handils, spæla elevator, hyggja í Skort . Kom og klipp kom og líma.

005

007

Dramaqueen….

021

022

Louisa rakett.027

Madeleinsa bilur028

Emilsa borg029

Herbertsa torn030

Jul 29, 2012

Tað er eina ferð um árið……..

Í dag hava vit brúkt nokso nógva tíð og pengar á tivoliøkinum í Vágsbotni, Omma og børnini og Turið og Hallur og børnini. Madeleine hevur hitt tvær vinkonur, Emil og Louis hava sæð ævintýrferðina og heilsað upp á Búa og Dánjal. Tey hava verið í parísarahjóli og hoppað lastikk.  Í kvøld hava vit etið turran fisk og epli og smør. Myndirnar vísa nakrar stjørnustundir dagsins.

048

055

057

059

065

066

075

083

093

100

104

108

7. og 8. dagur - heimferðin

Vit brúktu tveir dagar um heimferðina. Sum á útferðini gistu vit eina nátt í Kph.á vegnum, stuttligt at prøva at gista á Østerbro, har er eitt spælipláss beint uttan fyri køksvindeygað hjá Brandi. Tá ið vit komu heim var ólavsøkan sett og kappróðurin liðugur. Vit fóru í býin og fingu ólavsøkudámin inn saman við sirminum.

Bloggurin er ein serlig heilsan til Fridu Sofiu og Michel, sum ivaleyst lesa bloggin hvønn dag Smiley. Til at síggja , um børnini verða væl viðfarin.

 

prag 438

prag 460

prag 454

prag 462

prag 469

prag 474

Jul 26, 2012

6. dagur - Terezin

Terezin ella Theresienstadt er ein bygd 40 km. frá Prag. Týskararnir fluttu fólkið burtur og brúktu bygdia til jødaghetto undir krígnum, koncentrasjóslega. Savningarstað, flutningur var so haðani til týningarlegur. Har er ghettomuseum, endurskapaður sovisalur hjá konufólkum, framsýing av listaverkum, sum íbúgvarnir í Terezin hava gjørt.. Har er eisini krematorium, og líkhús og læknastova, har teir høvdu líkuppskurð.. Og ein stórur kirkjugarður.

IMG_6359[1]

IMG_6358[1]

IMG_6325[1]IMG_6357[1]

IMG_6344[1]

Eg fór sjálv henda túrin, tey tímdu ikki ella fingu ikki komið, og summi hava verið har áður. Stuttlig avbjóðing at finna ussin, taka metro osf. Turið koyrdi meg til Obatov í morgun og FS kom eftir mær.

5. dagur . Dýragarðin og ‘girls’ night out’.

Smábarnafamiljurnar og omman fóru í dýragarðin, vit fóru heimanífrá kl. 11. Dýragarðurin í Prag er tiltikin flottur. Vit sóu nógvar fuglar, ormar, skordýr og eisini størri dýr. Børnini ótu ís og ty smáu riðu á pony.

Vit fingu okkum at eta í zoo, og so fór Hallur heim við fullum bili av børnum, og vit fóru ti møtis við Lars og co. So høvdu vit 5 konufólk bilin hjá FS og teimu eftir í Prag og menninir fóru heim.IMG_6260[2]

 

IMG_6256[1]

Síðani fóru damurnar Lisa Bergljót og genturnar út at eta, eg át gulasch og vit fingu okkum ís-sjokulátafondue. Og so sóu vit eina framførslu í Ta fantastiska.

IMG_6293[1]

 

IMG_6284[1]IMG_6302[2]

Jul 25, 2012

4. dagur - 27 hitastig

Í gjár vóru 27 hitastig, so tad passadi mær væl at vera heima hjá børnunum, medan Hallur og Turid fóru inn til Prag. Vit vóru mest inni, tey vóru í hylinum. Lisa og Símun og Louis hjálptu mær vid ungunum. Vit fóru eisini ein túr oman í bygdina at keypa ís, men handilin var stongdur, so fóru vit á eitt spælipláss, sum er har, men tad var ov heitt at vera úti.

IMG_6210[1]

IMG_6200[1]

IMG_6204[1]IMG_6222[1]

Jul 23, 2012

3. dagur - Prag

Í dag hava vit verid sightseeing í Prag, fyrst á súkklu vid guide, og so til gongu, hvør familja sær. Eg fór vid Sólrun og teimum, vit sóu tann jødiska kirkjugardin. Saman vid guidini sóu vit tjódarleikhúsid, karslbrúnna, operuna, tad stóra torgid mitt í býnum o.a. Tú sært meiri tá id tú súkklar enn í bili, og tú sleppur longur enn til gongu. Magna hevur sín vogn, so hon sovnar av og á, Herbert var deydamódur og legdi seg, tá id tey komu heim.
Nú er grillmaster farin í gongd á terrassuni í Vranov.

Jul 22, 2012

Vranov 2. dagur

Í dag hevur verid ælavedur. Vit hava verid inni og spælt kort, billiard og annad, summi hava verid i svimjihylinum bædi morgun og kvøld. Fyrrapartin vóru vit úti og súkkladu Lars súkkladi ein langan túr, eg og FS ein stuttan.  Seinnapartin koyrdu allir tríggir bilarnir til Benesov, sum er ein stórur býur 10 min hidani. Vit fóru ein busstúr runt í økinum og ótu á eini terrasssu á torginum. Herbert og Madeleine eru sera væl, Símun gubbi gongur aftaná Magnu, tá id hon válar avstad. Lisa tekur sær av børnunum, m.a. fór hon vid teimum á pizzeria , tá id tey heldur vildu hava pizza enn mat á terrassuni.
Louis byggir ein lego cars bil til Herbert.