Nov 24, 2017

Tóroddur Poulsen 60 ár

Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetrið skipaðu fyri einum degi til heiðurs fyri Tórodd. Dagurin hevði heitið “Um allar gáttir”.
DSC01517
Í 80unum og 90unum las eg altíð yrkingarnar hjá Tóroddi. Eg brúkti tær eisini í skúlahøpi, og næmingarnir hildu hann vera spennandi og frekan.
Tað var stuttligt at vera til bókmentaundirvísing í NLH í morgun. Turið Sigurðardóttir legði dent á sambandið millum tekst og paratekst. Hon hevur granskað heitini á teimum nógvu bókunum hjá Tóroddi. Eitt yrkingasavn er sum eitt barn, tað skal hava eitt navn, og Tóroddur gevur eisini sínum søvnum kelinøvn viðhvørt. Óhevdbundið sum alt hjá Tóroddi, einki við at skriva “Yrkingar” á permuna, sum JHOD gjørdi, nei tað stendur t.d.  “Reglur. Eitt brotsverk”
DSC01490
Tveir danir vóru bodnir at siga okkurt um T.P. Tann fyrri, Lars Bukdahl, hevði gjørt sær eina 60tals skipan, so hann las yrkingina á s.60 í 6 bókum og legði tekstin út. Hann tók metaforsalatið og greiddi frá á assosierandi hátt. Eg hvakk eitt sindur við, tá ið hann segði, at nú visti hann ikki, um nakar Tórodd kennari var í Føroyum…nokso frekt, ella kanska misskiljing frá mínari síðu. Framløgan var merkt av, at hann manglaði føroyskan kontekst, men sjálvandi, tá ið yrkingar verða umsettar til onnur mál, so mega tær klára seg sjálvar.
Síðani segði Bergur D. Hansen nakað um Havnina í ritverki Tórodds. Sera spennandi, hvussu Havnin er nevnd objektivt, men víðkað subjektivt, so at høvundurin fær sett sínar kenslur og atfinningar inn í hesa kendu rammu. Støðini, nevnd við egnum navni, lýsa egið, sum er til gongu í Havn, ongantíð í bili, og Tóroddur hevur stuttlig navnauppskot sum Lipputún.
DSC01498
Hinir talararnir vóru Peter Stein Larsen, Paula Gaard og Kinna Poulsen og Jan Andersson. Sum russina í pylsuendanum kom Tóroddur sjálvur og las yrkingar upp. Eitt fínt tiltak , mann fekk ordiliga hug at fara at lesa/skoða Tórodd aftur.
DSC01529DSC01536
Bókin hjá Kinnu um Tóroddsa verk og nýggja savnið hjá Tóroddi.
DSC01515
Jan hevði fleiri sera góðar myndir á løriftinum í sini framløgu

Nov 6, 2017

Fyrsta kavafølvið í ár

Vit fóru til Gjáar við krovunum úr Dali. Hjallurin við Gjógv er nógv betri enn tann í Dali, nú fáa vit at síggja. Flott útsýni av hoyggjhúsloftinum.
DSC01335
DSC01331
Vit ótu kjógvið av nr. 76 í ovni, afturvið eplum.
DSC01326DSC01328
Vit sýnaðu vindeygað, sum Klæmint hevur sett í skjøldurin. Tað sær gott út.
Men hvat galt! Tá ið vit komu upp sunnumorgun var kavi komin niður, ikki nógv, bara eitt lítið følv, men Gjáarskarð er ikki innbjóðandi í kava. Vit bíðaðu til middags, so løgdu vit avstað, tað var gott at koyra.
DSC01338DSC01341DSC01349
Tá ið vit komu til Havnar fóru vit í Norðurlandahúsið at síggja fimleikafagnað, har Magna var við. Fýra feløg kappaðust. Niðanfyri síggja vit  fitt smálomb og standmyndina av Nólsoyarpálli.




            
DSC01408