Sep 26, 2010

Heystið byrjað

Ein serstakur dámur er í Dali, tá ið Skorin verður rikin. Skoradagin er nógv fólk í bygdini. Um kvøldið ganga menn húsagongd at fregnast um vekt. Eg gekk mær suður í haga at hyggja at, hvat fór fram. So gekk eg til hús aftur gjøgnum Glývur, ein klettaformatión í annars albeittum haga. Tá ið eg nærkaðist bygdini fann eg ikki gøtuna, so tað bleiv á øllum fýra gjøgnum sriður og skursl. Tað følist dagin eftir.

1. Portrið

2. Eg fekk ordrar til aty hava band á mær, meðan eg tók myndir nær bakkanum.

3. Fríði hjá Johild fær sær eitt sindur at eta

4. Ólavur , Groth og Óli

5. Vakrast eru blómurnar har ringast er at ganga (K.Hoydal)

6,7 Glývur

8. ból

9. Av Hádegiskletti

í Dali 101 í Dali 044 í Dali 051 í Dali 054 í Dali 075 í Dali 077 í Dali 080 í Dali 084 í Dali 094 í Dali 095 í Dali 096

Sep 24, 2010

Skjótt vikuskifti aftur

Vísindavøka í Havn, listaframsýning á Skipasmiðjuni, dansur í Kollafirði – nokk at fara til hjá tí , sum orkar. Men fyrst er at fáa arbeiði frá hondini. Myndin er av mær og Birgitte á arbeiðsfundi í YF húsinum í morgun.ABskeið

Sep 23, 2010

Hugnaligt søgukvøld á Café Chill í Kollafirði

ABskeið 005 ABskeið 002 ABskeið 004

Skeið í teldutalvu ella talvuteldu

Vit hava nú verið á fleiri skeiðum, so at vit eru før fyri at fara at nýta okkara samvirknu talvur. Spurningurin er , um meiri fæst burtur úr undirvísingini við hesum hjálparmiðli, ella hann mest er til fjas og fjant og litir og ósjónliga skrift og meldur á internetinum uttan nakra kós. Nú ljóði eg nokso gronut, skeiðið var fínt og stuttligt, so er tað bara at “implementera” tað.

ABskeið 008 ABskeið 009 ABskeið 010 ABskeið 013

Sep 19, 2010

Vikuskifti í Dali nú ið heystið nærkast

Eg kom við seinasta túri fríggjakvøldið, so tað var nokso myrkt. Mánalýsi royndi at trýsta seg í gjøgnum yvir Skúvoynni. Húsavík var nokso upplýst, men í Dali var tað so, at bygdin skrímdist av Hmarsenda, sum tit síggja á hasi svørtu myndini. Leygardagin fór eg ein túr í haga, eg gekk suður á Bukkin, tey rópa. Á vegnum hitti eg tvey ross og villgæs flugu í erva. Tá ið eg kom aftur til bygdar, møtti eg Tórhild og Jóni, og so sá eg tríggjar bilar fara suðureftir - hvør við sínum viðfestisvogni. Um kvøldið komu Símun og Súsan inn á gólvið.

weekend 077 weekend 006 weekend 012 weekend 014 weekend 019 weekend 022 weekend 024 weekend 027 weekend 029 weekend 030 weekend 037 weekend 038 weekend 042 weekend 044 weekend 050 weekend 052 weekend 054 weekend 055 weekend 056 weekend 057 weekend 058 weekend 059 weekend 060 weekend 061 weekend 062 weekend 065 weekend 066 weekend 067 weekend 068 weekend 069 weekend 070 weekend 071 weekend 072 weekend 073 weekend 074 weekend 075