Sep 17, 2010

At droyma

Hvørjum landi er mann í tá ið mann droymir? At vakna kann vera so gott , tá ið tú droymir okkur ræðuliga ræðandi. Men at vakna í verðini, tá ið tú vart í sjeynda himli í dreymi, tað er so deprimerandi. Soleiðis var hjá mær í morgun. Eg droymdi, at eg fór oman á Vaglið ella har á leið at hitta Hans Marius, hann búði á Sjómansheiminum, var har til upptrening ella okkurt. So hetta var eftir, at hann varð sjúkur. So sá eg, hvussu nógv hann temp3 005 var batnaður, rørsla var komin aftur í armin og beinið, og hann vísti mær, at nú kundi hann aftur lyfta og flyta. Hann hevði onkrar plankar ella plátur har, sum hann fór at leggja upp í ein bil. So glað havi eg ikki verið í lívinum, eg hoppaði og dansaði, og vit fevndust og kystust. Summir dreymar eru bara so realistiskir, har eru ljóð, litir, luktur og alt. Tá ið eg vaknaði, var eg sera vónsvikin, mátti liggja eina góða løtu og greiða fløkjuna, hvat var nú og hvat var tá.

Ja eg havi tað betri, men tey svørtu holini eru ikki burtur.

No comments:

Post a Comment