Jan 29, 2024

Ein dagur í kvinnulívi

 Virginia Woolf: Mrs. Dalloway (1925). Skaldsøga

Michael Cunningham: The Hours (1998). Skaldsøga

Stephen Daldry: The Hours (2002) filmur v. Meryl Streep, Julianne Moore, Nicole Kidman

Eline Arbo: Tímarnir (2024) sjónleikur v. Karen-Lise MYnster, Sofie Gråbøl, Josephine Park og Olaf Johannesen


Nicole Kidman sum Virginia Woolf



Julianne Moorre sum mrs. Brown








Meryl Streep sum Clarissa Vaughn


Dagurin V.W. skrivaði um í "Mrs Dalloway" var í 1921, hendingar fara fram uttanfyri London. Konan eitur Clarissa Dalloway, og hon fer í býin at keypa blómur, tí hon skal halda eina veitslu um kvøldið. Meðan hon gongur í býnum, fara tankar hennara til lívið, hon hevur livað. Til mannin , familjuna, ungdóm osfr. 

 Michael Cunningham hevur latið seg inspirerað av skaldsøguni hjá VW. Men hansara bók "The Hours" er um 3 kvinnur, ein dag. Tær eru : 1.  1921. Virgina Woolf, sum er í ferð við at skriva Mrs Dalloway, men hevur tað ikki gott mentalt. Maðurin roynir at ansa eftir henni, men hon følir seg sum í fongsli. Hon tekur lívið av sær. 2. 1949 Mrs. Brown býr í Los Angeles. Hon lesur bókina Mrs. Dalloway. Hon skal baka eina kaku, tí at maðurin hevur føðingardag, og hon hevur ein lítlan son, so hon hevur ikki ordiliga tíð at sita og lesa. 3. 1998  Clarissa Vaughan, sum býr í New York og skal halda eina veitslu fyri einum vini. Hann er rithøvundur og hevur vunnið ein prís, tað kemur fram at enda, at hesin rithøvundur er sonur Mrs Brown í hinari søguni.

Vit sóu sjónleikin "Tímarnar" í Skuespilhuset í januar. Tað var eitt serstakt upplivilse. Hasin snarandi pallurin, tey hava, gevur so spennandi møguleikar. Allar tríggjar søgurnar vóru á pallinum í senn, og tað gevur meining, um ein hugsar, at alt er EIN dagur, sami dagur, men hvør sítt ár. Tað er ein rættiliga dapur leikur. Tað er ikki tað, at kvinnurnar eru einsamallar ella arbeiðsleysar ella... men har manglar okkur heilt avgerandi í lívinum . Í skránni til leikin verður leikstjórin, sum er norsk, spurd, hvørji temu eru í leikinum.  Hon nevnir tað feministiska perspektivið, rúmið, sum kvinnur hava at virka í, deyðan - sjálvsmorð, kærleikan - allar 3 kvinnur hava partnara, sum elskar tær og vil hjálpa og stuðla. Tað er bara ikki so einfalt. Ein sera góður bóklingur.

Karen-Lise Mynster / Virginia Woolf

Sofie Gråbøl / Clarissa Vaughan

Josephine Park/ Laura Brown

Olaf Johannesen / Richard Brown


snarandi pallur. Olaf fremst










Jan 17, 2024

"Mørket bag dig" og "Annas sang"

 Kirsten Thorup hevur við "Mørket bag dig" skrivað eitt framhald av bókini "Indtil vanvid indtil døden" um Harriet. Hendingarnar fara fram í Danmark, Harriet er einkja, summi siga nazieinkja, og fær týska pensión. Harriet er sera nógv merkt av síni ferð til München og øllum hendingunum í fyrru bókini. 

Hendingar fara fram í Keypmannahavn í hersetingartíðini. Harriet arbeiðir á eini skrivstovu, sum hjálpir krígseinkjum eftir týskar soldatar og teirra familjum, t.e. hon arbeiðir á einari týskari skrivstovu saman við týskvinarligum fólki.  Høvuðstemað er Harrietsa dupultsinni, øðrumegin ærar hon minnið um mannin, sum doyði í rættvísum kampi móti kommunistum, hinvegin fær hon størri og størri innlit í, hvussu hersetingarvaldið ber seg at í Danmark. Hon fær ein vin, sum er í mótstøðurørsluni, og hon verður drigin uppí tað arbeiðið. 



Bókin "Annas sang" eftir Benjamin Koppel hevur eitt annað sjónarhorn, høvuðspersónurin Hanna er ein jødisk smágenta, sum býr í Fiolstræde í Keypmannahavn um tað mundið, kríggið brestur á. Vit síggja familjulívið í hesi stóru jødisku familju. Anna hevur 4 beiggjar, sum allir gifta seg við donskum gentum og ikki akta mammu sína. Anna følir seg noydda at akta mammu sína. Mamman er teatralsk og arbeiðir hart upp á kenslulívið hjá Annu. Anna hevur ein danskan sjeik og gerst við barn, men mamman trumfar sítt ígjøgnum.`Stórur partur av bókini fer fram í Fraklandi, har ið Anna er gift við ein sera ódámligum manni. Sambandið við familjuna í Danmark er so gott sum einki. 


Á  áhugaverdan hátt supplera bøkurnar hvørja aðra. Tíðin er tann sama, og býurin er tann sami. Men sjónarhornini heilt ymisk.. Í báðum bókunum er tónleikur týdningarmikil. Anna er sera góður pianistur, og Harriet brúkar tónleikin í  síni sálarneyð.

Jan 16, 2024

Møðgutúrur 5 - Keypmannahavn

 Vit báðar Turið og Frida Sofía komu í senn til Kastrup. Tær báðar gistu hjá Sólrun, og eg gisti hjá Lisu og Nichlasi. Vikuskiftið var deiligt, vit upplivdu nógv. Vit leigaðu ein bil og fyrst á skránni var Louisiana. Tað er eitt flott museum, og nú var langt síðani, eg var har. Ein framsýning, sum var har, var "Pussy Riots". Framsýningin vísti uppreisturin  hjá trímum kvinnum í Moskva og aðrastaðni við foto og video. Uppreisturin var gjørdur sum listarligar, provokerandi installatiónir og happenings og vendi sær ímóti Putin. Fyrsta verkið, tá ið tú komst inn, var ein sum lyfti kjólan upp og meig í høvdið á Putin.

Hon lyftir frakkan upp og er ikki í trussum,
so mígur hon.














Tað kvøldið var stórt tiltak á Kgs Nytorv, og tær fóru yvir, har hoyrdu tær Eivør.

Um kvøldið fingu vit døgurða frá Lars og sóu filmin The Hours. Leygarmorgunin var FS og rann, hon rann 14 km. runt í Kbh. Leygarmorgun fór Lisa at keypa morgunbreyð, so purraðu vit Turið út. Eg og Turið fóru í IKEA, eitt nýtt býarikea, sum er beint við Fiskatorgið. FS fór túr í býin. So hittust vit aftur at fara á Glyptotekið.


 Um kvøldið var tað sjónleikurin Tímarnir í Skuespilhuset, og nú vóru vit allar fimm. Eg elski, tá ið vit eru samlað. Leikurin var OK, kanska eitt sindur keðiligur og fortonktur.

møðgur

Sunnumorgun fóru eg og Lisa í kirkju, tað var Garnisons kirkjan, hon er beint við hjá teimum, og har skal Marius doypast í mai.. Flott kirkja, prestur talaði um søguna, tá ið Jesus bað eina samariukvinnu um vatn, hóast hann visti hon hevði havt 5 menn og búði saman við tí sætta. Marius var við, hann svav sum ein eingil.

Garnisons kirkjan

Men nú blandaði drotningin seg upp í okkara vikuskifti, tá ið vit skuldu fara út at eta miðmála, var gøtan pinpakkað við fólki, sum vildi síggja drotningina í gullvogni. Men vit komu fram til Det lille apotek og vóru vit fimm + Lars og Nichlas og Marius. So var tíð at fara út á flogvøllin aftur.

Marius


á Det lille apotek