Oct 30, 2014

Vøggusangur

Høvdu tey gomlu vitað aftur í verðina! At sita innari í kóri og geva bróst, tað var ikki gamalt. Og at lata pinkubørn sleppa at vera har framman fyir altarkringin?

FH90.Iwheel.vøggusang 084Kongaríki í Babylon.

Vøggusangur er so modernað nú, og eg hevði ta gleði at sleppa við saman við familjuni at lurta, tá ið tey høvdu sín seinasta sangfund í hesum skeiði. Og tað var rørandi má eg siga. Vár Berghamar Jacobsen syngur sum ein eingil, tað var hátíð og andakt, serstakliga tá ið hon sang fyri hvørjum einstøkum barni og nevndi tað við navni. Hon hevði eina xylofon, sum hon sló á, tað var tónleikurin.

FH90.Iwheel.vøggusang 077FH90.Iwheel.vøggusang 079

Fleiri sangsløg vóru á skránni og rørslur fyri mammu og barn eisini. Og sjálvandi drekkamunnur í kirkjukjallaranum.

FH90.Iwheel.vøggusang 093FH90.Iwheel.vøggusang 096FH90.Iwheel.vøggusang 097

Oct 28, 2014

Kristina

Kristina Holm Johannessen eitur diddan. Tað var stuttligt  og rørandi at verða uppkallað. Fyrr varð eg ofta kallað Bergljót Kristina, tey søgdu, at eg æt Kristina eftir abba við Gjógv Kristjani í Hoygaðinum, men hann helt ikki, at tað var nakað stásiligt, at eitt gentubarn var kallað eftir honum.

barnadópur Kristinu 033

Trý børn vórðu borin til dópin sunnudagin, William Gerhard, Heiðrun og Kristina.

10374537_10153342050394896_4624378053726294620_n

Aftaná var altargangur, og eg má siga, tað var illa skipað! Kanska øll fólkini vóru so óvon við at fara til altars, sjálvandi konfirmantarnir eru sakleysir. Alt tusti innar í kór samstundis, eini 4-5 borðgangir, t.e. yvir hundrað fólk, so stóðu tey har, sum seyður í rætt og andaðu í nakkan á teimum, sum lógu á knæ. Nei, bíðið við at troka innar í kór, til hini eru farin frá borðinum, reisið tykkum upp, men gerið eina friðarliga rekkju út eftir gólvinum, so at eitt hold bíðar bara, hini sita so leingi.

10710603_10153342056914896_5724115526697829760_n10711061_10153342079784896_8938525361962512023_n

Annars hava vit ta glerði, at Louis er komin heim at vera gubbi, so omma er ikki einsamøll í húsi hesa vikuna.

barnadópur Kristinu 005barnadópur Kristinu 007barnadópur Kristinu 011Hann spælir við børnini, og tey elska tað.barnadópur Kristinu 039

Oct 25, 2014

Frelsunarherurin 90 ár

P1040467

Eg havi ikki verið inni í tí rúmliga nýggja húsinum hjá Frelsunarherinum í Havn fyrr enn nú Tá ið tey rivu húsini niður, komu tey fram á tann upprunaliga grótveggin. Hann er hegnisliga varðveittur, sum eitt prýði í rúminum við einum einkultum krossi og spotljósum.

P1040470P1040473P1040476P1040487P1040489

Jensia og lítlibeiggi sótu úti við dyrnar

P1040490P1040508P1040509

Í tí nýggju bókini eru 385 myndir, sum Inger hevur latið úr sínum ovurstóra myndasavni

Hátíðarmøti var Frelsunarherinum í samband við, at herurin fyllir 90. og við at bókin Breiðið krossins merki er komin út. Tað var hugnaligt at uppliva tann glaða dámin og síggja kend gomul andlit aftur. Njál helt eina fína talu, hann hevur orðið í síni makt, hann siteraði Dickens og føroyskar sangir, meðan hann greiddi frá sínum langa arbeiði við bókini. Njál takkaði eisini mirðiliga teimum fólkum, sum hava verið uppi í arbeiðinum.

P1040483

 

Tónleikur og sangur eru altíð á skránni í Frelsunarherinum, og hornorkestrið spældi og gentukvartettin sang so einglaliga væl. Heðin Mortensen var til staðar og bar fram eina føðingardagsheilsan og læt herinum ein málning í føðingardagsgávu – ein hjá Eyðuni av Reyni.

P1040479

Aftaná signeraði Njál bøkur, og drekka var boðið øllum í salinum í erva.

P1040495P1040510

P1040505

Drekkamunn saman við Elisabeth.

Oct 16, 2014

Av bø og so úr haga

Herligir dagar í Dali. Turið fletti í Bakkakjallaranum, og Hallur arbeiddi í kampinghúsinum.

P1040382

P1040326

Ísak og Bjartur vitja okkum í Putlhúsi.

P1040329P1040331P1040362

Grikskar lambsfrikadellur, nýggj miniepli úr Sandavági, tatziki og fetaostsalat.

P1040364P1040371

Vilhelmina stakk inn á gólvið. Og Turið tosar túnatos við Egon.

P1040375

Herbert og Magna fóru gjøgnum neytageilin heilt niðan undir vegin og runnu so omanaftur.

P1040380P1040424

Omman letur didduna síggja ásin í hjallinum.

Oct 7, 2014

Stimbra stavimenning næminga

Nú havi eg aftur hoyrt eina av hesum eldhugaðu ungu lærarindunum. Rannvá Margretas Matras-Olsen var til próvtøku í síni bachelor uppgávu, sum var um at læra børn at stava. Hon hevði ein frálíkan fyrilestur um, hvussu hon plagdi at gera, og hon vísti okkum nógv tilfar, sum hon sjálv hevur evnað til eftir danskari fyrimynd.

P1040164P1040165P1040166

Har vóru bæði litføgur stqavikort, myndalottarí og kommoda at stinga orð í. Atlit var tikið til teir ymsu sansirnar, sum Gardner er so kendur fyri at læra um. Børnini kunna arbeiða saman ella hvør sær, tað verður so fylgt við, hvat tey eru stødd á “stavitrappuni”. Rannvá ljóðaði sera sannførandi. Hugsi børnini í Vestmanna munnu vera í góðum hondum.

P1040167P1040163P1040169P1040171P1040173

Oct 3, 2014

Friedrich Durrenmatt: Vitjanin

Sjónleikurin um ta burturfluttu konuna, sum kemur aftur til bygdar at hevna seg, hevur verið spældur í Føroyum.

170

Vit, Lars og Bergljót og eg, sóu leikin á Aarhus teater, men hann var á einum nýggjum palli, ikki tí fína gamla.

173

Skemtiligur leikur, nokso nógv klovnarí.

175177