Nú havi eg aftur hoyrt eina av hesum eldhugaðu ungu lærarindunum. Rannvá Margretas Matras-Olsen var til próvtøku í síni bachelor uppgávu, sum var um at læra børn at stava. Hon hevði ein frálíkan fyrilestur um, hvussu hon plagdi at gera, og hon vísti okkum nógv tilfar, sum hon sjálv hevur evnað til eftir danskari fyrimynd.
Har vóru bæði litføgur stqavikort, myndalottarí og kommoda at stinga orð í. Atlit var tikið til teir ymsu sansirnar, sum Gardner er so kendur fyri at læra um. Børnini kunna arbeiða saman ella hvør sær, tað verður so fylgt við, hvat tey eru stødd á “stavitrappuni”. Rannvá ljóðaði sera sannførandi. Hugsi børnini í Vestmanna munnu vera í góðum hondum.
No comments:
Post a Comment