Oct 25, 2014

Frelsunarherurin 90 ár

P1040467

Eg havi ikki verið inni í tí rúmliga nýggja húsinum hjá Frelsunarherinum í Havn fyrr enn nú Tá ið tey rivu húsini niður, komu tey fram á tann upprunaliga grótveggin. Hann er hegnisliga varðveittur, sum eitt prýði í rúminum við einum einkultum krossi og spotljósum.

P1040470P1040473P1040476P1040487P1040489

Jensia og lítlibeiggi sótu úti við dyrnar

P1040490P1040508P1040509

Í tí nýggju bókini eru 385 myndir, sum Inger hevur latið úr sínum ovurstóra myndasavni

Hátíðarmøti var Frelsunarherinum í samband við, at herurin fyllir 90. og við at bókin Breiðið krossins merki er komin út. Tað var hugnaligt at uppliva tann glaða dámin og síggja kend gomul andlit aftur. Njál helt eina fína talu, hann hevur orðið í síni makt, hann siteraði Dickens og føroyskar sangir, meðan hann greiddi frá sínum langa arbeiði við bókini. Njál takkaði eisini mirðiliga teimum fólkum, sum hava verið uppi í arbeiðinum.

P1040483

 

Tónleikur og sangur eru altíð á skránni í Frelsunarherinum, og hornorkestrið spældi og gentukvartettin sang so einglaliga væl. Heðin Mortensen var til staðar og bar fram eina føðingardagsheilsan og læt herinum ein málning í føðingardagsgávu – ein hjá Eyðuni av Reyni.

P1040479

Aftaná signeraði Njál bøkur, og drekka var boðið øllum í salinum í erva.

P1040495P1040510

P1040505

Drekkamunn saman við Elisabeth.

No comments:

Post a Comment