Oct 28, 2014

Kristina

Kristina Holm Johannessen eitur diddan. Tað var stuttligt  og rørandi at verða uppkallað. Fyrr varð eg ofta kallað Bergljót Kristina, tey søgdu, at eg æt Kristina eftir abba við Gjógv Kristjani í Hoygaðinum, men hann helt ikki, at tað var nakað stásiligt, at eitt gentubarn var kallað eftir honum.

barnadópur Kristinu 033

Trý børn vórðu borin til dópin sunnudagin, William Gerhard, Heiðrun og Kristina.

10374537_10153342050394896_4624378053726294620_n

Aftaná var altargangur, og eg má siga, tað var illa skipað! Kanska øll fólkini vóru so óvon við at fara til altars, sjálvandi konfirmantarnir eru sakleysir. Alt tusti innar í kór samstundis, eini 4-5 borðgangir, t.e. yvir hundrað fólk, so stóðu tey har, sum seyður í rætt og andaðu í nakkan á teimum, sum lógu á knæ. Nei, bíðið við at troka innar í kór, til hini eru farin frá borðinum, reisið tykkum upp, men gerið eina friðarliga rekkju út eftir gólvinum, so at eitt hold bíðar bara, hini sita so leingi.

10710603_10153342056914896_5724115526697829760_n10711061_10153342079784896_8938525361962512023_n

Annars hava vit ta glerði, at Louis er komin heim at vera gubbi, so omma er ikki einsamøll í húsi hesa vikuna.

barnadópur Kristinu 005barnadópur Kristinu 007barnadópur Kristinu 011Hann spælir við børnini, og tey elska tað.barnadópur Kristinu 039

No comments:

Post a Comment