Høvdu tey gomlu vitað aftur í verðina! At sita innari í kóri og geva bróst, tað var ikki gamalt. Og at lata pinkubørn sleppa at vera har framman fyir altarkringin?
Vøggusangur er so modernað nú, og eg hevði ta gleði at sleppa við saman við familjuni at lurta, tá ið tey høvdu sín seinasta sangfund í hesum skeiði. Og tað var rørandi má eg siga. Vár Berghamar Jacobsen syngur sum ein eingil, tað var hátíð og andakt, serstakliga tá ið hon sang fyri hvørjum einstøkum barni og nevndi tað við navni. Hon hevði eina xylofon, sum hon sló á, tað var tónleikurin.
Fleiri sangsløg vóru á skránni og rørslur fyri mammu og barn eisini. Og sjálvandi drekkamunnur í kirkjukjallaranum.
No comments:
Post a Comment