Aug 16, 2014

Tey fýra tornini í Norðurlandahúsinum

Kanska ikki so góð vørulýsing at kalla leikin eina ballett. Búi segði eisini í útvarpinum, at hann er ikki balettdansari, men dansar modernaðan dans. Tað var nú ikki so nógv av dansi á pallinum.

Mær dámdi væl leikin, tónleikurin var frálíkur, og spælið var fínt. Tveir leikarar vóru, sum spældu fleiri rollur í part, og tónleikararnir spældu eisini við á pallinum, tá ið tað var neyðugt. Samanspælið ímillum báðar dansararnar, tá ið teir vóru í hornatøkum, var fantastiskt – ein rullandi pardansur og parbardagi á gólvinum.

Persónarnir umboða hvør sítt ættarlið, mammuna og barnið, unglingin og abban, sum gongur við stavi, og so eru teir eisini tann svarti og tann hvíti, tann góði og tann óndi ella kristin og muslimur. Í einari pallmynd síggja vit fýra menn breiða sær bønarmáttuna út og leggja seg at biðja, teir venda tó allir hvør sín veg, kanska teir hava hvør sína áskoðan. Beint aftaná verður ein persónur steinaður, rættiliga óhugnaligt.

10352883_668968503197410_5845597414174477000_n

Rættiliga nógv børn vóru til sýningina, kanska tí at tey lýstu við ókeypis bilettum til børn. Leikurin er tó ikki ein barnaleikur. Eg hevði lisið yrkingina hjá Williami um tey fýra tornini heimanífrá, og eg hevði sagt Herbert frá teimum. Herbert er seks ár, tað besta í leikinum sigur hann, var, tá ið beybiið etur klæðini, og mamman togar tey úr beybi aftur.

10403098_668968423197418_4296977826962316988_n

Pallmyndin er so sera kreativ,  ein toysnórur við nógvum hvítum klæðum og nógvum klemmurm var høvuðsrekvisittur á pallinum, og tað var t.d. á snórinum, at koddi og dýna hingu, so at persónurin fekk ligið (staðið) í seingini og sovið, og klemmurnar vóru nýttar bæði sum tenn, stavur og píningaramboð.

Lívsins ringrás og heimsins stóru ósemjur, alt  víst við rørslu, ljóði og hvítum løkum.

Flottur orðaleysur ljóðrørsluleikur.

No comments:

Post a Comment