Jan 28, 2016

Inntil næsta sjóvarfall

Bókakvøldið hjá Sprotanum hesa ferð var ognað Kópakonuni. Myndir , tónar og orð lýsandi hesa havsins veru, sum líkist okkum menniskjum so nógv. Fyrst sang Eivør, síðani var samrøða millum Urd Johannesen og tær tríggjar listakvinnurnar Eivør, Marjuna og Kristinu. Serstakliga áhugavert. Allar vóru fríar og opnar og lótu áhoyrarunum gávuríkt lut í sínum tonkum í hesi listartilgongdini. Ólíkar allar, Marjun tann intelektuella við djúpum viðmerkingum, Kristina so læandi livandi og Eivør hin sagnarkenda náttúruvera, sum vit eru so errin av. Mær dámdi allarbest at hoyra, hvussu tætt samband Marjun hevur við kópakonuna og Mikladal, tað var rørandi.

026

Upplestur var eisini á skránni, og Duruta Dahl Andreasen las stak væl, íkki dramtiserað, men lisið týðiliga við rættari frasering.

032

Síðani var samrøða millum Paulu og Marjun um yrkingasavnið Opna. Tað var sera áhugavert at hoyra um Marjunsa tankar aftan fyri orðini og tey vantandi orðini, at enda sang Eivør aftur. Tað var stórt at hoyra okkara víðagitnu songkvinnu – so nær og so góð.

021

Og so í NLH í kvøld, og tað var eisini eitt upplivilsi. Myndirnar hjá Kristinu komu rættiliga væl til sín rætt, haldi eg – á stórskíggja aftanfyri orkestur og kór. Tær blivu vístar, sum bylgjandi ímyndir, so at andlit av fólki og kópi líkasum skifti ímillum vakurt og óhugnaligt ella millum menniskja og kóp. Tey brúktu eisini myndir úr einum filmi, sum hevur ligið á youtube, sum er eitt próvtøkuverkevni.

DSC01968

Men nú gloymdi eg næstan at siga frá tí frálíka hugskotinum hjá mínum ex starvsfeløgum at fara oman á ETIKA at eta, áðrenn bókakvøldið.

003004

Jan 15, 2016

William Smith: Hinumegin garðin



Smádrongurin er millum heims og heljar, ella hann er millum hamara og ambolt. Altíð er vandi á ferð, ongastaðni er trygt, uttan kanska undir rumpuni á ommuni. Sunnudagsskúlin, skúlin, salurin, kondittaríið og enntá heima við hús eru hóttandi støð, tó er heimið sum oftast bara hóttandi á skeldarí- og oyrafikustøði. Hini støðini hava sálarliga píning við sær, serstakliga sunnudagsskúlalærarin er dómadagsprædikantur.

Bókin er sera væl skrivað, á klingandi føroyskum og á suðuroyamáli, partvíst. Tann serligi málburður, sum suðuroyingar kunna brúka, tá ið teir eru illir ella argir, er sjáldsamur at síggja á prenti, hetta er mest slíkt, sum vit norðoyingar bara hava hoyrt um. Onkur av bókavinum mínum helt, at nú var tíðin komin til, at suðuroyingar læra seg fólkaskikk, tí at tað er einki vakurt at hoyra eiðir og illbønir regna niður yvir børn og onnur. Ein onnur bókarkona helt, at tað var stór sjarma júst í málbrúkinum. Hon hevði royndir av at búgva og vera saman við sunnanfjørðsfólki og fólki norðanfjørðs og hevur nú tætt samband við onkran heilt har noorðast í Eysturoynni, og hon helt, at tað passar, at tess longur norð tú kemur, tess tyngri og meiri deytt og statiskt er lív og samskifti.


 

Vit hava fyri stutt síðani havt nakað av kjaki um, at børn gerast bangin og traumatiserað av at verða trúttað full av helvitishóttanum eitt nú á sunnudagsskúlalegum. Hetta hevur kanska verið og er kanska vanligari enn vit geva okkum far um? Kanska børn siga ikki frá, kanska tey eru so full av syndasekt, at tey tora ongum at siga tað? Tað er í hvussu er ikki hent fyrr, at vit hava fingið so opinskáraða frásøgn um hetta evnið. William Smith var gestur í Credo, og hann segði, at hann hevði skrivað bókina fyri at upplýsa, tí at júst tað sama ger seg galdandi í dag - fordøming, betrivitan og stigmatisering.

Vár í Ólavsstovu nevndi bókmentaslagið autofiktión á nýggjárinum í útvarpinum. Autofiktión er okkurt ímillum eina klassiska ævisøgu og eina skaldsøgu. Tað stendur kortini ”skaldsøga”  undir heitinum.
Í Bókastevi vóru allar samdar um, at bókin er góð, lesivinarlig og eisini stuttlig. Sjálv haldi eg, at tað gott , at hon er ikki longri, tí søgugtráðuriner sera klænur, boðskapurin verður endurtikin rættiliga ofta í ymsum støðum. Men góð bók, og nógvar stuttligar og rørandi hendingar: tá ið dreingirnar spæla kríggj, bollabklikkið.
 

Jan 3, 2016

Jóladagar 2015


Jólaaftan byrjaði við gudstænastu í Holmens kirke. Kórið syngur ómetaliga væl, gentan á myndini sang solo, røddin var so sterk og rein, at tú fekst gásarhold. Stór uppliving. Annars var alt sera vanligt, uttan tað at vit fingu eitt reserverað pláss, ein bás fremst í kirkjuni, sum hevði útsýni bæði til prædikustólin og kórið. One of those perks.

 
Lars var í køkinum, hann og Lisa høvdu jú longu brúkt tveir seinnapartar-kvøld upp á hesa máltíð, og nú var tað so eplini og fleskasteikin og alt hit. Lisa borðreiddi eitt sera vakurt borð til okkum 15. Magna fekk mandlugávuna og tað var ein heil stór Cadbury’s, tá vóru glómur í henni. ”Eg? Sjálv?”  Sum við gandi var so ein onnur mandla funnin eisini, og Herbert fekk eitt spæl. Løkke familjan dugir væl at halda veitslu fyri smáum og stórum.
 
 
Eg má altíð hava eitt fotoshoot á jólum, fyrst mínar gentur, so ommubørnini, so Holm Johannessenar, so Dupontar, so Lars og Sólrun.
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
So var tað pakkar og kaffi og marsipan. Livandi ljós vóru á trænum, fantastiskt.
 
Jóladag vóru vit úti á Frederiksberg hjá Fridu S. og Michel í íbúðini, sum tey læntu. Tey høvdu gjørt seg út í einum asiamarknað, áðrenn tey fóru heimanífrá, so tey fingu gjørt eina rúgvu av sushi. Tað var deiligt oman á alt kjøtið dagin fyri. Aftan á fóru eg og Dupont familjan ein strøgtúr.
 
 
2. jóladag vóru vit til jólafrokost á Marienborg. Lars hevði boðið umleið 50 vinfólkum. Borðreitt var við fimm rund borð. Tað var samanskot, so fólk høvdu ymiskan mat við. Nokk av mati og drekka, og Reimer Bo hevði gittar við.
 
 
 
3. jóladag vóru vit í TIVOLI. So tað var ein pakkað høgtíð, nógv góð minni.