Oct 31, 2012

Frida fer á flog

Nú er vikuskiftið av. Tað bleiv til eina ferð kaffimunn í Baresso, ein morgunmat í Hvonn, ein bindiklubb hjá Kitty, jóladøgurða í gjárkvøldið og sjopping í Havn + Hvonn við kyndilskonum.003

Nú gleða tey seg í Belgia at fáa hana heim aftur.

IMG_1907[1]

Frida Sofía kom ikki tómhent, eg fekk jólagávu, flogbilett sum skal brúkast á páskum.

001

019

Kitty hevði ein herligan bindiklubb í sínum nýggju húsum. Tað er ikki ofta, at tú fært serverað ddv smoothie í bindiklubbi, men Kitty dugir bara hatta har.

Og vit hátíðarhildu eisini Baltasar, sum er eitt heilt ár nú, Elly og Shahin bjóðaðu brunsj í Tórsbyrgi. Her er føðingardagsbarnið við ommu síni.

036

Oct 29, 2012

Mánamorgun 29.10.12

Now we’re talking! Ímorgun á 81,8. Tað eru ca. 7 kg. í alt. Kanska nýggjar buksur í næstu viku. Yeah!

image

Oct 27, 2012

Býráðsval í Havn - Veljið Marju

Marja Gjógvará bjóðar seg fram til býráðsvalið í Havn, hon stillar upp á tjóðveldislistanum. Og um tú vilt gera tær sjálvari/-um og býnum eina tænastu velur tú Marju. Hon hevur hjartað á røttum stað, brennur fyri teim menniskjaligu virðunum. Sjálv arbeiðir hon í heilsugeiranum, so hon hevur innlit í sosial mál. Og so er hon so pen eisini Smiley

OLYMPUS DIGITAL CAMERA

VEL MARJU - VEL MARJU

 

Oct 26, 2012

Happing – light

Har situr tú so friðarlig við tínum vigaða høsnarunga og tínum 300 gr. av grønum. viðmerkingarnar eru ikki illa meintar: er hatta garnatálg ? segði ein, og tann næsti: etur tú hvítunýru ? tá má eg siga, vaks bitin í munninum á mær Smiley. Men(n), tvætla, eg muni teimum tað aftur.

041

Ja, okey, sum myndin vísir, var tað ikki so kreativur matpakki. Men(n) líkist tað hvítunýra ?

Oct 23, 2012

Heystferian av – deiligt í Dali

Var í Dali alla heystferiuna, Turið og Hallur og børnini vóru eisini. Tey flettu og vit kókaði blóðmør og løgdu í frystiboks.

023

026

028

077

078

Á Sandi hava tey eitt so sjáldsamt bygdaskelti. Bæði til komandi og farandi fólk.

086087

Og í kvøld hoyrdi eg fyrilesturin hjá Sølvará um klaksvíksstríðið. Tað var spennandi, gott at fáa eina samanhangandi frásøgn um tey 3 árini, eg visti ikki, at tað var so leingi. Stuttligt eisini at hoyra viðmerkingar frá fólki, sum sjálvi høvdu upplivað ta tíðina. Og ein fín mynd av pápa var í myndarøðini.

Oct 22, 2012

Mánamorgun - 22.oktober

Nei, nú sigi eg einki.
Vektin sigur 84,4 , so tað er ein mega niðurtúrur. Ein serlig heilsan til Barcelona gantesuna.

Oct 19, 2012

Orð um orð 15/10-2012

(Bergljót av Skarði og Guðrun Gaard)
Við síðurnar av
Er eitt áhugavert dømi um tað, sum á enskum verður rópt ‘intrusive r’. Vit kundu sagt órógvandi r. Ella bara eyka/óheimilað r. Tað hevur við framburð at gera, eitt r verður skotið inn, til at fáa orðið at flóta betur. Vit nevna enska dømi ‘China r and Japan’, har r kemur ímillum tvey sjálvljóð , tvey a, sum annars ikki flóta saman. Á føroyskum kunna vit nevna orðið hatta, sum ofta verður framborið ‘hattar’ sum í ‘hattar har’, r stungið inn ímillum a og hálvvokalin h, sum ofta verður framborin sera veikt. Tað hevur við rytmu og ljóðlíkindi at gera.
Í máliskuni, sum lurtarin nevnir eru ikki færri enn tvey eyka r, tað seinna lýkur treytirnar, sum vit sóu: stendur millum tvey sjálvljóð, tað fyrra er kanska so komið við eini ljóðanalogi ella herming.
Sjálvandi er tað ikki rætt at siga ‘við síðurnar av’, tað ber jú ikki til at sita við báðar síðurnar av e-m
Hoyrir avgjørt til talað mál og eigur ikki at verða skrivað.
Eitt annað, sum kundi verið tikið fram í sambandi við júst handan málburðin, er, at hann er vorðin í so tránýttur í føroyskum í dag. Vit siga, hann sat við síðuna av henni, húsini stóðu við síðuna av ánni, bólturin fór við síðuna av málinum. Eg veit ikki, um tað er beinleiðis skeivt at siga so, men í øllum hasum dømunum hevur í hvussu so er danski málburðurin “ved siden af” sníkt seg inn og skapt minni fjølbroytni, enn har var frammanundan. Hann sat undir liðini á henni, húsini stóðu við ánna, og bólturin rakti ikki málið ella fór framvið málinum, soleiðis ber eisini til at siga tað, kanska heldur snøggari.
002
Hatta, sum kom fram í áðni um okkara lyndi til at leingja orðini, skapa eitt annað flog, skoyta stavir ella orðaliðir uppí orðini, er eisini skylt við okkara lyndi til at brúka fylluorð. Okkum dámar at breiða tað út ella drýggja tað, sum vit vilja siga, soleiðis at tað fyllir meira. Vanlig slík fylluorð kunnu vera einstøk orð “soleiðisnar” “harbeint” “harbeintnar””helsje” (fyri heldur tú ikki), fyri ikki at tosa um heilar setningar sum, “eitt ella annað stað er tað soleiðis o.s.fr” ella “í mínari verð er tað o.s.fr”. Tað er einki galið við at brúka fylluorð, tað ger man í øllum málum, men tað er tað at misbrúka fylluorð, sum er galið. Viðhvørt brúka fólk so nógv fylluorð, at tey illa fáa tosa fyri teimum, og tað er minni gott.
Seinsummar
Fyrst er at siga at da-før orðabók hevur orðið síðsummar fyri sensommer. Orðið er ikki í fø-fø orðabókini.,
Fyrsta stavilsi síð- merkir seint, sum í síðla, ella sídlembingur (um lamb sum er lembt seint).
Eg haldi meg ikki hoyra hetta “seinsummar” serliga ofta, og eg haldi heldur ikki, at tað fæst at sita so væl í málinum. Vilja vit so siga “Á seinsumri fer tjaldrið avstaðaftur”, ella “seint á sumri fer tjaldrið avstaðaftur”, hvat halda vit ljóðar betri?
“Í hoyna” vildi í gamlari tíð sagt akkurát tað sama, men tað tykist sjálvandi mongum gamalsligt at siga so í dag, tí at hoyggja er í dag virksemi, sum bert tey heilt fáu luttaka í. Tað, at málburður, sum fyrr hevur verið vanligur, dettur burtur, tí at tað, sum málburðurin hevði sín uppruna í, ikki er vanligt ella er til longur, gevur øðrum orðum, sum vísa til okkurt betri kent, rúm í málinum. “Seinsummar” er soleiðis bara eitt navnorð, sum verður gjørt burturúr tí hjáliðinum, sum tað vanliga “seint á sumri” er. Orðið er vanligt danskt orð, men er nýkomið inn í føroyskt.
003
Lurtarin spyr, hvat vit halda um tað, at fyrisetingin uppá verður sett ímillum, tá sagt verður frá til dømis vinningi/kostnaði ella tapi í fíggjarligum samanhangi. T.d.• undirskotið er upp á 200.000 kr. ella • yvirskotið er upp á eina millión krónur, kostnaður er komin upp á 350 millliónir krónur
Eftir mínum tykki ljóðar orðingin uppá alt annað enn góð. Kundi mann ikki sagt, at undirskotið er 200.000 kr.
t.d. Jú eg eri púra samd við lurtaranum, at teir báðir fyrru setningarnir ljóða betur við ongum ’uppá’. Tan triðja orðingin er heldur øðrvísi, upphæddin er komin upp á 350 mill., tað vísir eina gongd, hetta er bara vaksið og vaksið, sum t.d. prísurin á Marknagilsdeplinum, og nú er komið upp á eitt ávíst stað/upphædd.
Vit nýta eisini orðið óneyðuga í máliskuni, ein genta upp á 5 ár., her er betri at siga ein fimm ára gomul genta ella ein, sum er 5 ár. Men sum talað mál er hetta sera vanligt, og gevur mær ikki svøvleysar nætur. Tað sum er verri er, at fólk/næmingar, sum absalutt vilja rudda hetta úr ,siga so bara ’á’, tí tað skal vera føroyskari, og tað passar ikki, t.d. svarið á handa spurning er….
Tað tykist heldur tungt og eisini óneyðugt at hava hasa fyrisetingina, tað er nóg mikið í hasum givnu førunum bara at siga er. Hyggja vit í orðabókina , finna vit ikki uppá brúkt soleiðis.
Eg eigi 200000kr – eg eigi eina upphædd, sum er (ikki ”uppá”) 200000kr. har og eina aðra upphædd, sum er o.s.fr
Næmingar, ”tey” ella ”teir”?
Næmingar sum kallkynsorð ella sum kynsneutralt orð. At siga tey um næmingar kann vera kynspolitiskt rætt, men grammatiskt er tað skeivt. At tað er grammatiskt skeivt, kunnu vit ikki snúgva okkum undan uttan at upploysa tað, at orðini hava grammatiskt kyn, og tá verður málsligur ruðuleiki. So svarið má verða, um tað er málfrøðingur, sum verður spurdur, at tað er skeivt at siga hon ella tey í hesum føri. Hetta er jú ikki eindømi, verri enn so, hvussu við lækni, lærari, bókavørður, bakari, kokkur o.s.fr., o.s.fr. Okkara mál er eitt kallkynsmál, og tað evnið er granskað vísindaliga og viðgjørt í kjaki. Men, men, harvið er avgjørt ikki sagt at tað er gott, at tað er so. Málið er bara ein spegilsmynd av tí, at heimurin í mangar langar øldir hevur verið ein mansheimur, og tann speglingin fer allarhelst í longdini at broytast, soleiðis at málið so við og við kemur at vísa tann veruleikan, at menn og kvinnur eru javnsett útbúgvingarliga og samfelagsliga sum heild.
Ein máti er at vera meiri neyv tá ið tú talar, nevna gentur og dreingir, ella lata vera at brúka orðið ’ mann’ (kk) heldur nýta orð sum tú/eg. Sjálv royni eg altíð at sleppa undan at siga t.d. lýsingarorð í kallkyni um gentur, tá geri eg heldur nýggjan setning við hvørkikynsgrundliði: næmingarnir eru 24 í tali. Tey eru sera dugnalig. Her stendur sjálvandi tey fyri næmingarnar, men av tí at tað er ein nýggj grammatisk heild er ikki villa í (kanska).

Oct 17, 2012

Einslig primtøl

Primtøl eru tey einsamallastu tølini, tey kunna bara dividerast við sær sjálvum og við eitt. Men í einum longum talrað, er stundum bara eitt tal ímillum tvey primtøl. Tá hava tey næstan fingið ein granna, men bara næstan. Alt hetta er slíkt, sum Mattia hugsar um. Hann er flogvit í støddfrøði, men hann fær seg næstan ikki til at hyggja upp á fólk, ella at taka í hondina á teimum. Hann vil kvalast. Hann veit við sínum skili, hvussu mann ger, men hann fær seg barasta ikki til tað. Tað linnar at skera seg ella stinga seg, altíð er okkurt hvast við hondina, jarn ella hart plastikk. Tá ið hann er endaður í seingini saman við gentuni, kemur hetta á hann. Hann røkkur til fjaðrarnar í seingjarbotninum, um hann rættir armin inn undir seingina, hon varnast einki, tá ið hann rennir fingurin inn í fjøðurendan og so stingur fingurin í munnin.  Harragud, sum hann er forpíndur. Barndómsins trauma fylgir honum alt lívið, tey vaksnu, foreldrini fáa ikki hjálpt.
Hitt primtalið er Alice - anorektiska Alice. Hon nýtur at føla sín tóma búk rópa, hon vamlast við pápa sín, sum etur. Hon vil fegin vera saman við Mattia, tí henni dámar eisini best at eingin nertur við hana. Tvær einsamar verur nærkast, eitt tómt rúm teirra millum. Nærkast meiri og meiri, men fara síðani sundur aftur.
Ein sera, sera góð bók. 5 stjørnur av 5. Spennandi myndamál, sjálvt eg, sum aldrin havi dugað ella tímað støddfrøði, fati hatta við primtølunum.
Rithøvundurin er italienari og hevur fingið virðisløn.

Oct 15, 2012

Mánamorgun 15. oktober

Seinasta hósdag var eg og vitjaði eina konu, og hon setti nýbakaða kanelstong á borðið, eg sigi bara: hon var lunkað! Mín allar, allar, undiskaka! Klokkan var 4 seinnapartin, eg hevði einki etið síðani mítt turra breyð (30 gr. ) og mítt turra kál á middegi. Og GAKK, GAKK GAKK! eg datt útí big time,  sum so ofta: eg fekk mær ikki bara eitt stórt petti, men trý ella fýra. Yvirgav meg ordiliga, eg neyt tað…men tó mín svarta samvitska gjørdi vart við seg longu meðan tann gula glasingin bráðnaði á tunguni. So eg fryktaði fyri tí versta í morgun, men 83,9 er fínt fínt! Eftir umsstøðunum.
Ja, og Turið sigur, at eftir BMI talinum  eri eg nú ikki longur ovurfeit (obese) bara megafeit (overweight)...okey, jubiii?

Og, eg eri aftur farin í einar buksur í morgun, sum eg havi ikki fingið stappað búkin niður í í gudvitihvussuleingi.
Havi ein góðan dag øll, sum tey siga á amerikanskum.

Oct 12, 2012

Brahmadellarnir 2 stjørnur í meðal av 5

BRAMADELLARNIR
Bókastev var í kvøld hjá Gunnvør, bókin hevði fingið allar at snerkja og físa, og summar vóru rættiliga argar inn á Jóanes Nielsen. Onkur helt, at alt hansara prát um murtar og fisu, má botna í eini analfasu, sum ikki er yvirstaðin. Aðrar hildu, at hansara evnisval bara prógvar, at hann er ikki liðugur at bróta tabu. Niðanfyri havi eg savnað nakrar av viðmerkingunum. Heimaarbeiði var at skriva eitt ummæli, og meginpartin av hesum hevur Ásvør skrivað.
003004010

Bókin hevur ov lítið av spenningi, tú lesur ikki fyri at vita, hvat hendir næst. Bókin er sett saman av ymsum søgum og hongur ikki væl saman.
Bókin er skendsk og brutal.
Skilti ikki byrjanina av bókini fyrr enn eg hevði lisið endan. Eigil, langabbasonur Niels Tvíbur ger seg inn á grøvina hjá Napoleum Nolsøe, og mamman troppar upp við politistum. Hví ? Mundi hann síggja hana í hamferð ?
Hví sigur hann: Mundi hatta úr gamla sjálvstýrinum hava spilt sær spælið ??
Ikki fyrr enn eg las seinasta partin fekk eg skil á fyrsta parti.
Byrjar longu á s.20 at nýta nútíðar nøvn, her Beintu í Jákupsstovu, haldi eins væl Jóannes kundi funnið eitt meira neutralt navn. Óneyðugt við útspilling av livandi persónum, sum lítið og einki hava við bókina at gera, løgið at blanda Eyðun og Emmu Winther inní.
Fyrstu ferð eg las bókina helt eg bara, at hon var so fúl og hevði ilt við at halda skil á persónunum. So las eg hana aftur, og tá fekk eg hugsað meira um innihaldið.
Vakrar lýsingar
Jóanes Nielsen dugir væl at lýsa, hvussu lítli Tóvó og abbin hava tað saman. Tóvó spyr og spyr, og abbin fær ikki altíð svarað.
Fitt frásøgn um Tóvó, tá dagarnir hjá tíkini Mogul vóru taldir. Hvat vildi tað siga, hann dugdi at telja upp í 19, og Tóvó helt at tað vóru høsnini, sum byrjaðu, og sum høvdu skyldina.
Abbin sigur frá meslingunum (s. 31), sum komu úr Danmark við einum skipi og um meslingaborgirnar, sum vóru tær ringastu at taka. Alt hetta um meslingarnar er ikki sørt trupult at skilja hjá lítla Tóvói.
Pisomman drap sítt egna barn, leysingarbarn sum elsti sonur bóndans var pápi at. Ikki bara omman skuldi standa til svars á evsta degi, tað skuldu horubukkarnir eisini.
Og so mátti Jóannes eisini gera okkum greitt at pisan rímaði uppá kvinnuteigin, sum hon bar undir serkinum. Ein av hennara gomlu fríggjarum var langabbin. Pisomman doyr, og sekstan dagar aftaná kom kerran aftur, hesaferð eftir pápanum Martimann.
Tóvó føldi tað sum kerran stóð uttanfyri Geilina allan hansara barndóm.
Fín frásøgn um tá Emilius Løbner (s.37-38 ) lærdi Annu Sofíu leiklutin í Barselstuen eftir Holberg. Eg ivist ikki í, at henda frásøgnin hjá Jóanesi er betur enn leikurin.
Lýsing av støðuni, tá ið Martimann er deyður (s.44) Betta vísir sorgina karrátt. Jóannes lýsir hana sum eitt ógvusligt insekt, hennara ývna hár var fonið, hon spann um hansara elskaða kropp.
Hetta pettið tá Niels er á “pallinum”og rakar Martimanni og deyða kvirt er inni er nemandi. Eisini tá tey vóru farin við kistuni, og abbin varð einsamallur við sorgini er væl lýst. Hann hevði biðið, meðan hann sat uppi yvir Martimann, men orðini vóru ov veik. Nú hevði hann mist konuna og bæði síni børn. “Mín góði sonur” segði gamli Tóvó “Okkara familja doyr. Bramadellarnir hvørva.”
Tóvó var ræðslusligin. Hvar fór pápin ? Var tað hann sum hevði dripið pápan tí hann hevði biðið ilt yvir hann hinaferð tá hann vildi skjóta hundin Mogul.
Frásagnirnar um, hvussu litli Tóvó roynir at skilja lívsins spurningar eru góðar.
Hvat eru meslingar, hvaðani koma teir. Hvar fara tey deyðu. Opiumsdroparnir, ella var tað Napoleumsdropar, fóru avstað við pínuni, hvagar fór pínan, mundi hon halda til undir Svartafossi, mundi hon hava vengur akkurát sum meslingar. Langabbin gav sítt íkast til hansara fantasi. Hann mundi heldur ikki vita sjálvur um alt hetta, sum spurt varð um.
Stættamunur
Væl síggja vit munin á teimum ríku og teimum fátøku, tá gamli Tóvó fer í hjallin við frú Løbner. Har var alt gott. Hann hevði ongar pengar, tí kundi hann ikki fara til læknarnar Tað einasta, hann hevur biðið um, er motta at geva Martimanni, ja ikki annað.
Ja so fingu vit eisini tað at vita, at Pløyen næstan ongar tenn hevði í yvirmunninum, hann lespaði og munnvatnið sprændi úr honum, tá hann østi seg. Jóannes letur hann eisini heilt úr, ella hann letur Napoleon sum er hansara lækni lata hann úr. Og so var tað hatta um virðislønina fyri bestu mállæruna. Helst hava vit øll nú fingið eina øðrvísi mynd av Pløyen.
Ein annar politiskur bólkur er Sólarmenn, sum eru bøndur, sum eru hart ímóti, at smámenn fáa traðir. Um sólarmenn og Sólarmagn á Velbastað eru skyld er ein annar áhugaverdur spurningur.
Brahman
Í indiskari mytologi er Brahman upprunaveran, hon er lívsins uppruni og lívsins endi.
Meting
Vit góvu eisini bókini stjørnur, tær lógu frá 1 stjørnu til 3½ stjørnu av 5, so bókin fekk eitt meðaltal upp á gott 2 stjørnur av 5 frá 7 konum

Oct 10, 2012

Fiskur og grønmeti og bláar pannukakur.

Ikki er tað tað sama, tá ið Turið rullar seg út og kamuflerar sumt av hesum grøna, her er tað grønar ertrar blendaðar við hvítleyki í grikskari jogurt, beinanvegin er tað eitt sindur átuligari.
015
Herbert stóð fyri teimum bláu pannukakunum, egt haldi ikki tað sá so leskiliogt út, men tær smakkaðu akkurát sum aðrar pannukakur – segðist. Magna trenar at lata seg í.
006
007009010013017018020021
Og ein anekdota frá Herbert: Mamma hansara segði við hann, bíða góði, eg eri sjúk. Tá hugdi hann upp á hana, so segði hann nahei, tú ert ikki sjúk, tú ert ein kona! So elskuligt og so satt!

Oct 8, 2012

Mánamorgun 8. oktober

84,3 kg, oys tað er leingi, men tá ið eg síggi eitt sjeytal fremst, tá keypi eg mær einar buksur :) 
 
 

Oct 6, 2012

Skoradagar

Góður dagur í dag.
Gott veður, og teir vóru væl mannaðir. Tað er ein mansligur hugni, male bonding. Eg fór suður á bukkin ein túr, so for...nú kemur hon við apparatinum, men alt í blíðum. Vit eygleiddu av bakkanum, har teir tuskaðu og runnu. Harramín, sum tað man vera strævið.
 


Eg hugsaði í dag, løgið, men tað er nógv stuttligari at ganga her og manrera í ár, og so hugsaði eg, sjálvandi, tað er jú tí, at Turið hevur verið her suðuri og flett. Í einum ævintýri stendur, 'hann verður mangt at gera sjálvur, ið ongan eigur sonin', og so giftir hann døtur burtur til risar og trøll, so at hann í minsta lagi fær dótturmenn. Ja, ein slíkan heystardag skilur ein støðuna hjá bóndanum, tað eru teir ungu menninir, sum gera mun. MEN, hygga nú, nú er Turið farin at fletta, tað hevur hon ætlað, síðani hon var lítil og fletti bein. Hevði Hans Marius vitað aftur í verðina, nakað errin og fegin hevði hann verið :)

Ná, eg fekk lift heim aftur við Johild, tíbetur, tí knøini vóru ikki so fegin um túrin suður á Dalsenda.

Men Skorin bleiv ikki býtt fyrr enn mánadag, so seyðurin gekk á biti í plantasjuni um vikuskiftið.

Oct 2, 2012

Karmar og innihald

At fáa karm er at gerast rennvát, at gerast ígjøgnum, sum í: børnini fingu øll karm í ánni.

Men karmar eru oftast í dag hús ella høli ella skattalætti ella MVG lætti ella ókeypis kvotur. Vinnulívið má hava góðar karmar siga tey. Í dag var móttøka upp á Námi, tí tey hava fingið nýggjar karmar, ja eisini vindeygakarmar, tí vindeygu tróta ikki á Námi. Har er ljósir og gjøgnumskygdir karmar, og fólkini sita í glasbúrum og arbeiða.

Poul og Magnus – gamlir næmingar.

IMG_1459[1]

Alda og Marjun og Palli.

008

Innihaldið er undirvísingartilfar, nýmótans. Vónandi verður tað so, sum sagt var, tá ið teir 3 stovnarnir vórðu lagdir saman, at játtanin fór at røkka nógv longur. Skúlabókagrunnurin var jú næstan bara til til fólkaskúlan, og onkusvegna var tað soleiðis, at tú skuldi vera fólkaskúlalærari fyri at arbeiða har. Hetta hevur nú verið broytt í eina tíð, og ymiskt er útkomið til miðnámsskúlar eisini. Vónandi síggja nógvar føroyskar bøkur/heimasíður/fløgur dagsins ljós har uppi.

Nú síggi eg Bjørn Kalsøe í heilum, fyrst í Hoydølum í føðingardag, tá hann segði, at vit ivaleyst fingu fínar karmar, hóast hatta flotta glasprojektið skal minkast nakrar milliónir. So í dag á Námi, har hann fegnaðist um karmar, og so gudødrarnar í Degi og viku í kvøld, har hann slapp at tosa seg heitan um, at umskipanirnar høvdu sera lítið upp á seg. Nei, eg taki undir við Øssuri á FB og mongum øðrum. Men kanska er tað so, at bygdaføroyar og havnaføroyar eru tvey heilt ymisk ting? og bóndaføroyar og listaføroyar?

Karmarnir í Marknagili verða vist fínir, men innihaldið? Hvussu við tí? Barbera nakrar lærugreinir burtur, undirvísa fleiri skúlum saman við lægsta felagsnevnara. Somu próvtøkuuppgávur til øll, hástig…my foot!

 

DSC03420

 

 

Bara vit ikki øll fáa karm undir hesi samgonguni!