At fáa karm er at gerast rennvát, at gerast ígjøgnum, sum í: børnini fingu øll karm í ánni.
Men karmar eru oftast í dag hús ella høli ella skattalætti ella MVG lætti ella ókeypis kvotur. Vinnulívið má hava góðar karmar siga tey. Í dag var móttøka upp á Námi, tí tey hava fingið nýggjar karmar, ja eisini vindeygakarmar, tí vindeygu tróta ikki á Námi. Har er ljósir og gjøgnumskygdir karmar, og fólkini sita í glasbúrum og arbeiða.
Poul og Magnus – gamlir næmingar.
Alda og Marjun og Palli.
Innihaldið er undirvísingartilfar, nýmótans. Vónandi verður tað so, sum sagt var, tá ið teir 3 stovnarnir vórðu lagdir saman, at játtanin fór at røkka nógv longur. Skúlabókagrunnurin var jú næstan bara til til fólkaskúlan, og onkusvegna var tað soleiðis, at tú skuldi vera fólkaskúlalærari fyri at arbeiða har. Hetta hevur nú verið broytt í eina tíð, og ymiskt er útkomið til miðnámsskúlar eisini. Vónandi síggja nógvar føroyskar bøkur/heimasíður/fløgur dagsins ljós har uppi.
Nú síggi eg Bjørn Kalsøe í heilum, fyrst í Hoydølum í føðingardag, tá hann segði, at vit ivaleyst fingu fínar karmar, hóast hatta flotta glasprojektið skal minkast nakrar milliónir. So í dag á Námi, har hann fegnaðist um karmar, og so gudødrarnar í Degi og viku í kvøld, har hann slapp at tosa seg heitan um, at umskipanirnar høvdu sera lítið upp á seg. Nei, eg taki undir við Øssuri á FB og mongum øðrum. Men kanska er tað so, at bygdaføroyar og havnaføroyar eru tvey heilt ymisk ting? og bóndaføroyar og listaføroyar?
Karmarnir í Marknagili verða vist fínir, men innihaldið? Hvussu við tí? Barbera nakrar lærugreinir burtur, undirvísa fleiri skúlum saman við lægsta felagsnevnara. Somu próvtøkuuppgávur til øll, hástig…my foot!
Bara vit ikki øll fáa karm undir hesi samgonguni!
No comments:
Post a Comment