BRAMADELLARNIR
Bókastev var í kvøld hjá Gunnvør, bókin hevði fingið allar at snerkja og físa, og summar vóru rættiliga argar inn á Jóanes Nielsen. Onkur helt, at alt hansara prát um murtar og fisu, má botna í eini analfasu, sum ikki er yvirstaðin. Aðrar hildu, at hansara evnisval bara prógvar, at hann er ikki liðugur at bróta tabu. Niðanfyri havi eg savnað nakrar av viðmerkingunum. Heimaarbeiði var at skriva eitt ummæli, og meginpartin av hesum hevur Ásvør skrivað.
Bókin hevur ov lítið av spenningi, tú lesur ikki fyri at vita, hvat hendir næst. Bókin er sett saman av ymsum søgum og hongur ikki væl saman.
Bókin er skendsk og brutal.
Skilti ikki byrjanina av bókini fyrr enn eg hevði lisið endan. Eigil, langabbasonur Niels Tvíbur ger seg inn á grøvina hjá Napoleum Nolsøe, og mamman troppar upp við politistum. Hví ? Mundi hann síggja hana í hamferð ?
Hví sigur hann: Mundi hatta úr gamla sjálvstýrinum hava spilt sær spælið ??
Ikki fyrr enn eg las seinasta partin fekk eg skil á fyrsta parti.
Byrjar longu á s.20 at nýta nútíðar nøvn, her Beintu í Jákupsstovu, haldi eins væl Jóannes kundi funnið eitt meira neutralt navn. Óneyðugt við útspilling av livandi persónum, sum lítið og einki hava við bókina at gera, løgið at blanda Eyðun og Emmu Winther inní.
Fyrstu ferð eg las bókina helt eg bara, at hon var so fúl og hevði ilt við at halda skil á persónunum. So las eg hana aftur, og tá fekk eg hugsað meira um innihaldið.
Vakrar lýsingar
Jóanes Nielsen dugir væl at lýsa, hvussu lítli Tóvó og abbin hava tað saman. Tóvó spyr og spyr, og abbin fær ikki altíð svarað.
Fitt frásøgn um Tóvó, tá dagarnir hjá tíkini Mogul vóru taldir. Hvat vildi tað siga, hann dugdi at telja upp í 19, og Tóvó helt at tað vóru høsnini, sum byrjaðu, og sum høvdu skyldina.
Abbin sigur frá meslingunum (s. 31), sum komu úr Danmark við einum skipi og um meslingaborgirnar, sum vóru tær ringastu at taka. Alt hetta um meslingarnar er ikki sørt trupult at skilja hjá lítla Tóvói.
Pisomman drap sítt egna barn, leysingarbarn sum elsti sonur bóndans var pápi at. Ikki bara omman skuldi standa til svars á evsta degi, tað skuldu horubukkarnir eisini.
Og so mátti Jóannes eisini gera okkum greitt at pisan rímaði uppá kvinnuteigin, sum hon bar undir serkinum. Ein av hennara gomlu fríggjarum var langabbin. Pisomman doyr, og sekstan dagar aftaná kom kerran aftur, hesaferð eftir pápanum Martimann.
Tóvó føldi tað sum kerran stóð uttanfyri Geilina allan hansara barndóm.
Fín frásøgn um tá Emilius Løbner (s.37-38 ) lærdi Annu Sofíu leiklutin í Barselstuen eftir Holberg. Eg ivist ikki í, at henda frásøgnin hjá Jóanesi er betur enn leikurin.
Lýsing av støðuni, tá ið Martimann er deyður (s.44) Betta vísir sorgina karrátt. Jóannes lýsir hana sum eitt ógvusligt insekt, hennara ývna hár var fonið, hon spann um hansara elskaða kropp.
Hetta pettið tá Niels er á “pallinum”og rakar Martimanni og deyða kvirt er inni er nemandi. Eisini tá tey vóru farin við kistuni, og abbin varð einsamallur við sorgini er væl lýst. Hann hevði biðið, meðan hann sat uppi yvir Martimann, men orðini vóru ov veik. Nú hevði hann mist konuna og bæði síni børn. “Mín góði sonur” segði gamli Tóvó “Okkara familja doyr. Bramadellarnir hvørva.”
Tóvó var ræðslusligin. Hvar fór pápin ? Var tað hann sum hevði dripið pápan tí hann hevði biðið ilt yvir hann hinaferð tá hann vildi skjóta hundin Mogul.
Frásagnirnar um, hvussu litli Tóvó roynir at skilja lívsins spurningar eru góðar.
Hvat eru meslingar, hvaðani koma teir. Hvar fara tey deyðu. Opiumsdroparnir, ella var tað Napoleumsdropar, fóru avstað við pínuni, hvagar fór pínan, mundi hon halda til undir Svartafossi, mundi hon hava vengur akkurát sum meslingar. Langabbin gav sítt íkast til hansara fantasi. Hann mundi heldur ikki vita sjálvur um alt hetta, sum spurt varð um.
Stættamunur
Væl síggja vit munin á teimum ríku og teimum fátøku, tá gamli Tóvó fer í hjallin við frú Løbner. Har var alt gott. Hann hevði ongar pengar, tí kundi hann ikki fara til læknarnar Tað einasta, hann hevur biðið um, er motta at geva Martimanni, ja ikki annað.
Ja so fingu vit eisini tað at vita, at Pløyen næstan ongar tenn hevði í yvirmunninum, hann lespaði og munnvatnið sprændi úr honum, tá hann østi seg. Jóannes letur hann eisini heilt úr, ella hann letur Napoleon sum er hansara lækni lata hann úr. Og so var tað hatta um virðislønina fyri bestu mállæruna. Helst hava vit øll nú fingið eina øðrvísi mynd av Pløyen.
Ein annar politiskur bólkur er Sólarmenn, sum eru bøndur, sum eru hart ímóti, at smámenn fáa traðir. Um sólarmenn og Sólarmagn á Velbastað eru skyld er ein annar áhugaverdur spurningur.
Brahman
Í indiskari mytologi er Brahman upprunaveran, hon er lívsins uppruni og lívsins endi.
Meting
Vit góvu eisini bókini stjørnur, tær lógu frá 1 stjørnu til 3½ stjørnu av 5, so bókin fekk eitt meðaltal upp á gott 2 stjørnur av 5 frá 7 konum
No comments:
Post a Comment