Primtøl eru tey einsamallastu tølini, tey kunna bara dividerast við sær sjálvum og við eitt. Men í einum longum talrað, er stundum bara eitt tal ímillum tvey primtøl. Tá hava tey næstan fingið ein granna, men bara næstan. Alt hetta er slíkt, sum Mattia hugsar um. Hann er flogvit í støddfrøði, men hann fær seg næstan ikki til at hyggja upp á fólk, ella at taka í hondina á teimum. Hann vil kvalast. Hann veit við sínum skili, hvussu mann ger, men hann fær seg barasta ikki til tað. Tað linnar at skera seg ella stinga seg, altíð er okkurt hvast við hondina, jarn ella hart plastikk. Tá ið hann er endaður í seingini saman við gentuni, kemur hetta á hann. Hann røkkur til fjaðrarnar í seingjarbotninum, um hann rættir armin inn undir seingina, hon varnast einki, tá ið hann rennir fingurin inn í fjøðurendan og so stingur fingurin í munnin. Harragud, sum hann er forpíndur. Barndómsins trauma fylgir honum alt lívið, tey vaksnu, foreldrini fáa ikki hjálpt.
Hitt primtalið er Alice - anorektiska Alice. Hon nýtur at føla sín tóma búk rópa, hon vamlast við pápa sín, sum etur. Hon vil fegin vera saman við Mattia, tí henni dámar eisini best at eingin nertur við hana. Tvær einsamar verur nærkast, eitt tómt rúm teirra millum. Nærkast meiri og meiri, men fara síðani sundur aftur.
Ein sera, sera góð bók. 5 stjørnur av 5. Spennandi myndamál, sjálvt eg, sum aldrin havi dugað ella tímað støddfrøði, fati hatta við primtølunum.
Rithøvundurin er italienari og hevur fingið virðisløn.
No comments:
Post a Comment