Nú er vikuskiftið av. Tað bleiv til eina ferð kaffimunn í Baresso, ein morgunmat í Hvonn, ein bindiklubb hjá Kitty, jóladøgurða í gjárkvøldið og sjopping í Havn + Hvonn við kyndilskonum.
Nú gleða tey seg í Belgia at fáa hana heim aftur.
Frida Sofía kom ikki tómhent, eg fekk jólagávu, flogbilett sum skal brúkast á páskum.
Kitty hevði ein herligan bindiklubb í sínum nýggju húsum. Tað er ikki ofta, at tú fært serverað ddv smoothie í bindiklubbi, men Kitty dugir bara hatta har.
Og vit hátíðarhildu eisini Baltasar, sum er eitt heilt ár nú, Elly og Shahin bjóðaðu brunsj í Tórsbyrgi. Her er føðingardagsbarnið við ommu síni.
No comments:
Post a Comment