Oct 6, 2012

Skoradagar

Góður dagur í dag.
Gott veður, og teir vóru væl mannaðir. Tað er ein mansligur hugni, male bonding. Eg fór suður á bukkin ein túr, so for...nú kemur hon við apparatinum, men alt í blíðum. Vit eygleiddu av bakkanum, har teir tuskaðu og runnu. Harramín, sum tað man vera strævið.
 


Eg hugsaði í dag, løgið, men tað er nógv stuttligari at ganga her og manrera í ár, og so hugsaði eg, sjálvandi, tað er jú tí, at Turið hevur verið her suðuri og flett. Í einum ævintýri stendur, 'hann verður mangt at gera sjálvur, ið ongan eigur sonin', og so giftir hann døtur burtur til risar og trøll, so at hann í minsta lagi fær dótturmenn. Ja, ein slíkan heystardag skilur ein støðuna hjá bóndanum, tað eru teir ungu menninir, sum gera mun. MEN, hygga nú, nú er Turið farin at fletta, tað hevur hon ætlað, síðani hon var lítil og fletti bein. Hevði Hans Marius vitað aftur í verðina, nakað errin og fegin hevði hann verið :)

Ná, eg fekk lift heim aftur við Johild, tíbetur, tí knøini vóru ikki so fegin um túrin suður á Dalsenda.

Men Skorin bleiv ikki býtt fyrr enn mánadag, so seyðurin gekk á biti í plantasjuni um vikuskiftið.

No comments:

Post a Comment