Seinasta hósdag var eg og vitjaði eina konu, og hon setti nýbakaða kanelstong á borðið, eg sigi bara: hon var lunkað! Mín allar, allar, undiskaka! Klokkan var 4 seinnapartin, eg hevði einki etið síðani mítt turra breyð (30 gr. ) og mítt turra kál á middegi. Og GAKK, GAKK GAKK! eg datt útí big time, sum so ofta: eg fekk mær ikki bara eitt stórt petti, men trý ella fýra. Yvirgav meg ordiliga, eg neyt tað…men tó mín svarta samvitska gjørdi vart við seg longu meðan tann gula glasingin bráðnaði á tunguni. So eg fryktaði fyri tí versta í morgun, men 83,9 er fínt fínt! Eftir umsstøðunum.
Ja, og Turið sigur, at eftir BMI talinum eri eg nú ikki longur ovurfeit (obese) bara megafeit (overweight)...okey, jubiii?
Og, eg eri aftur farin í einar buksur í morgun, sum eg havi ikki fingið stappað búkin niður í í gudvitihvussuleingi.
Havi ein góðan dag øll, sum tey siga á amerikanskum.
No comments:
Post a Comment