Feb 23, 2015

Á fornminnissavninum

Stuttligt at sleppa at vísa fremmandafólki okkara fremstu fornminni. Serstakliga eri eg errin av føroyskum bátasmíði. Regin Debes er savnslærari á Fornminnissavninum, vit fingu ein rundtúr at síggja ymsikt, m.a. bátarnar og kirkjubøstólarnar. Tjóðsavnið er flott, framsýningarnar umfata nú eisini náttúrugripasavnið. Har vóru vit ikki og hugdu, eg veit ikki, um tað er so snilt, er tað ikki øgiliga nógv at hava saman, og so nógv ymiskt? Ná, tað man fakfólkið vita best.

004005

Kálvur flettur í bjølg…..til kík.007009

Hann føroyingum fylgdi í túsund ár….

Feb 18, 2015

Summarskúlin 2015

 

Hvussu var tað nú í fjør, á ja vit gjørdu dukkusjónleik, gjørdu figurarnar sjálvi, vit runnu orðarenning. Gleði meg altíð til summarskúlan á háskúlanum.

P1020934P1020978

 

P1020988 

Hendan lýsingin er í dag á FB vanganum hjá SUMMARSKÚLANUM.  

Nú er klárt at melda til Summarskúlan 2015. Ein spennandi og lærurík vika 20.-24. juli fyri føroysk børn 5-12 ár búsitandi uttanlands. Útferð til Gjáar, svimjing, ríðing og føroyskt, føroyskt, føroyskt smile emoticon Avmarkað tal av plássum!!

Summarskúlin verður í ár eins og undanfarin ár á Føroya fólkaháskúla í Havn.

Feb 13, 2015

Børnini

Børnini halda teg normala. Havi bæði nú sum omma og fyrr sum mamma upplivað, at tá ið alt er av h.. til, alt gongur ímóti, tú ert kanska sjúk, móð og hitt eksistensialistiska spøkilsið stendur aftan fyri hurðina og ætlar at vitja teg. Tá kemur barnið við síni ljósu rødd og treingir ígjøgnum…omma, hvar er…omma, skula vit…omma hví….osfr. Og so er alt normalt aftur, tú ert enn forkølað og enn móð, men nú ert tú í hesum vanliga gerandisheiminum við vanligum spurningum, sum tað ber til at svara uppá.

dansistevna grýlur 001dansistevna grýlur 071dansistevna grýlur 073dansistevna grýlur 076

spæla í NLH 007spæla í NLH 012

Feb 7, 2015

BARNALANDSDANSISTEVNAN 2015

Stevnan í ár var í Leirvík, og Eysturoyar dansifelag hevði skipað fyrimyndarliga fyri. Dansiskrá, døgurði til øll og útferðir.

Kl.  10.00 Rasmus Joensen setir stevnuna. Skrá fyri dagin.

Kl.  10.15 Øll dansa saman. Drekkamuður.

Kl.  11.30 Bólkur A fer útferð  við 2 bussum til  fornminnissavnið í Gøtu

Bólkur B fer útferð í Lorvík til gongu

Kl.  11.30 Bólkur C og D eta døðurða og so upp á gólv kl. 12.15

Kl.  12.45 Bólkur C fer útferð við 2 bussum til fornminnissavnið í Gøtu

Bólkur D fer útferð í Lorvík til  gongu

Kl.  12.45 Bólkur A og B eta døgurða og so upp á gólv kl. 13.30.

Kl.  14.00 Øll dansa saman

Kl.  15.00 Vit fara til hús aftur

dansistevna grýlur 040

Feløgini høvdu sína ásettu tíð í skránni at skipa, og aftaná var frítt hjá einum og hvørjum at skipa.

dansistevna grýlur 028

Øll vórðu boðin til borðs, og útferðirnar vóru til Gøtu, bátasavnið í Leirvík og til víkingatoftirnar á Toftanesi. Mítt felag var við í Toftanes útferðini, og tað var sera áhugavert. Fyrst fingu vit nakað at vita um Føgrulið og háskúlan, sum sást hinumegin Leirvíksfjørð, síðani sóu vit bønhústoftina, og tá ið vit høvdu sæð eina framløgu um víkingatoftirnar, fóru vit at síggja rekonstruktiónina av garðinum á Toftanesi frá víkingatíðini. Sera áhugavert og góð frásøgn hjá Fríðfinni, skúlastjóra í Eysturkommunu.

dansistevna grýlur 054

dansistevna grýlur 062dansistevna grýlur 064dansistevna grýlur 066dansistevna grýlur 069

Børnini vóru sera røsk at dansa, og tann stóri ringurin dansaði við sama stevi (næstan alla tíðina). Okkara felag Tøkum lætt hevði kvæðið “Risin og kellingin” á skránni, tað gekk væl, og tað var sera stuttligt at hoyra sítt egna kvæði kvøðið í so stórum ringi.

dansistevna grýlur 034dansistevna grýlur 036dansistevna grýlur 041dansistevna grýlur 051dansistevna grýlur 048

 

Risin og Kellingin (at kvøða saman við børnum)

Lag: Tøkum lættar,
og lundum leikar, for mann
latið váran dans væl falla.

1. Risin er í Íslandi
undir grønum vølli,
kellingin í sama stað

hjá sínum stóra trølli.

2. Sita tey og keða seg,

hvat skulu tey spæla,

risin sprakk í loftið upp:

“Kom! Vit fara at stjala!

3. Kom vit fara náttartúr!

tað skal eg tær lova!

Arga vit so lítlabeiggja,

meðan hann man sova.

4. Kom vit fara náttartúr

vitja Føroyaland,

draga landið hendanveg

so oyggjar koma í bland!

5. So stuttligt verður um morgunin,

tá fólkið er farið í troyggju,

at Eysturoy hin føroyska

er partur av Vestmannaoyggjum.”

6. Tá ið dagur liðin var,

sólin fór í kav,

fóru bæði í gummistivlar,

at ganga tvørtur um hav.

7. “Skunda tær,” vóru risans orð,

“Her er eingin vandi,

kolmyrk nátt og einki ljós,

vit seta kós móti landi.

8. Eysturoy er so norðalaga,

hon er okkara mál,

Kollurin er ein góður krókur,

vit gera so gott eitt hál.”

9. Koma tey til oynna fram,

steðga í brimi væl,

Kellingin fær bandið tað,

um Kollin bindast skal.

10. “Klúgv nú upp, men skunda tær

leggja fetil á!

tú ert kvik og løtt á føti,

tú krøkir við stórutá!”

11. Kellingin rokast á Kollinum,

roynir eitt pelastikk,

“Toga nú!” rópar hon hvassliga,

og risin ger harðligt rykk.

12. “Eyameg!” skríggjar Kellingin,

“Hví leikar tú so í,

fjallið skrædnar, tín dummi hundur!

tað hoyrist í Kolslíð!”

13. Soleiðis gekk tá Ytri Kollur,
fekk sítt snið og skap,
kellingin royndi á øðrum sinni,
men Risin illa læt.

14. Risin stendur í bylgjuni,

leingi er at bíða,

“Skunda tær náttin líður nú,

brátt sólin upp man stíga.”

15. Kellingin stríðist við bandinum,

nú sæst ljós í eystri,

Risin rópar í heilum nú:

“Kom skundið okkum mót vestri!”

16. Kellingin tveitir band frá sær,

loypur í havið út,

ljósrípa sæst á himlinum,

sterkari en krút.

17. Tá sólin rísur himni á

trøllini missa makt,

bæði Risin og Kellingin,

verða av ljósinum rakt.

18. Standa tey sum drangar tveir,

hyggja vestur í hav,

og Eiðiskollur vann í stríð,

meðan alt fólkið svav.

Bergljót av Skarði yrkti 2. nov. 2014.