Stevnan í ár var í Leirvík, og Eysturoyar dansifelag hevði skipað fyrimyndarliga fyri. Dansiskrá, døgurði til øll og útferðir.
Kl. 10.00 Rasmus Joensen setir stevnuna. Skrá fyri dagin.
Kl. 10.15 Øll dansa saman. Drekkamuður.
Kl. 11.30 Bólkur A fer útferð við 2 bussum til fornminnissavnið í Gøtu
Bólkur B fer útferð í Lorvík til gongu
Kl. 11.30 Bólkur C og D eta døðurða og so upp á gólv kl. 12.15
Kl. 12.45 Bólkur C fer útferð við 2 bussum til fornminnissavnið í Gøtu
Bólkur D fer útferð í Lorvík til gongu
Kl. 12.45 Bólkur A og B eta døgurða og so upp á gólv kl. 13.30.
Kl. 14.00 Øll dansa saman
Kl. 15.00 Vit fara til hús aftur
Feløgini høvdu sína ásettu tíð í skránni at skipa, og aftaná var frítt hjá einum og hvørjum at skipa.
Øll vórðu boðin til borðs, og útferðirnar vóru til Gøtu, bátasavnið í Leirvík og til víkingatoftirnar á Toftanesi. Mítt felag var við í Toftanes útferðini, og tað var sera áhugavert. Fyrst fingu vit nakað at vita um Føgrulið og háskúlan, sum sást hinumegin Leirvíksfjørð, síðani sóu vit bønhústoftina, og tá ið vit høvdu sæð eina framløgu um víkingatoftirnar, fóru vit at síggja rekonstruktiónina av garðinum á Toftanesi frá víkingatíðini. Sera áhugavert og góð frásøgn hjá Fríðfinni, skúlastjóra í Eysturkommunu.
Børnini vóru sera røsk at dansa, og tann stóri ringurin dansaði við sama stevi (næstan alla tíðina). Okkara felag Tøkum lætt hevði kvæðið “Risin og kellingin” á skránni, tað gekk væl, og tað var sera stuttligt at hoyra sítt egna kvæði kvøðið í so stórum ringi.
Risin og Kellingin (at kvøða saman við børnum)
Lag: Tøkum lættar,
og lundum leikar, for mann
latið váran dans væl falla.
1. Risin er í Íslandi
undir grønum vølli,
kellingin í sama stað
hjá sínum stóra trølli.
2. Sita tey og keða seg,
hvat skulu tey spæla,
risin sprakk í loftið upp:
“Kom! Vit fara at stjala!
3. Kom vit fara náttartúr!
tað skal eg tær lova!
Arga vit so lítlabeiggja,
meðan hann man sova.
4. Kom vit fara náttartúr
vitja Føroyaland,
draga landið hendanveg
so oyggjar koma í bland!
5. So stuttligt verður um morgunin,
tá fólkið er farið í troyggju,
at Eysturoy hin føroyska
er partur av Vestmannaoyggjum.”
6. Tá ið dagur liðin var,
sólin fór í kav,
fóru bæði í gummistivlar,
at ganga tvørtur um hav.
7. “Skunda tær,” vóru risans orð,
“Her er eingin vandi,
kolmyrk nátt og einki ljós,
vit seta kós móti landi.
8. Eysturoy er so norðalaga,
hon er okkara mál,
Kollurin er ein góður krókur,
vit gera so gott eitt hál.”
9. Koma tey til oynna fram,
steðga í brimi væl,
Kellingin fær bandið tað,
um Kollin bindast skal.
10. “Klúgv nú upp, men skunda tær
leggja fetil á!
tú ert kvik og løtt á føti,
tú krøkir við stórutá!”
11. Kellingin rokast á Kollinum,
roynir eitt pelastikk,
“Toga nú!” rópar hon hvassliga,
og risin ger harðligt rykk.
12. “Eyameg!” skríggjar Kellingin,
“Hví leikar tú so í,
fjallið skrædnar, tín dummi hundur!
tað hoyrist í Kolslíð!”
13. Soleiðis gekk tá Ytri Kollur,
fekk sítt snið og skap,
kellingin royndi á øðrum sinni,
men Risin illa læt.
14. Risin stendur í bylgjuni,
leingi er at bíða,
“Skunda tær náttin líður nú,
brátt sólin upp man stíga.”
15. Kellingin stríðist við bandinum,
nú sæst ljós í eystri,
Risin rópar í heilum nú:
“Kom skundið okkum mót vestri!”
16. Kellingin tveitir band frá sær,
loypur í havið út,
ljósrípa sæst á himlinum,
sterkari en krút.
17. Tá sólin rísur himni á
trøllini missa makt,
bæði Risin og Kellingin,
verða av ljósinum rakt.
18. Standa tey sum drangar tveir,
hyggja vestur í hav,
og Eiðiskollur vann í stríð,
meðan alt fólkið svav.
Bergljót av Skarði yrkti 2. nov. 2014.
HETTA fara vit at læra okkum. Ung og gomul.
ReplyDeleteThis comment has been removed by the author.
ReplyDelete