Fyrr dansaðu øll vanlig fólk í Føroyum føroyskan dans….vanlig? Ja, nú dansa bara óvanlig fólk føroyskan dans. Fólk í “búna” …soleiðis nevnast tey føroysku klæðini nú, og “búni” tað er eyðkennisbúni, tað er uniformur. Tú fær valla eitt betri tekin um tað serliga við hesum fólkum enn, at tey eru í búna.
Í eini sending á Rás 2 vóru Rasmus og Jónleif spurdir um føroyskan dans. Rasmus helt, at virðingin fyri dansinum og teimum, sum skipa í dansi er alt ov lítil. Eg haldi, eg eri samd, nú á døgum, tá ið pallurin og luttakarar í dansi er so nógv broyttir, nú ið “vanlig” fólk ikki dansa longur, nú skuldi ein skipari verið virdur líka nógv sum ein rockstjørna og fingið somu sømdir og rúmd sum hesir ymisku tónleikabólkarnir. Og loftbrúgvin, sum skal flyta tónleikarar við køssum og hátalarum til Kbh., er sjálvandi galdandi fyri dansifeløg, sum skula út í heim at vísa føroyskan dans.
Sjónvarpið hevði trummað øll landsins feløg saman at dansa seinasta leygardag, á dett høvi at dansa saman øll, og hølið var tøkt ! men nei tey fóru beint til hús hvørt í sítt heraðshorn. Tey dansaðu bara fyri myndatólinum, summi fóru nokk heim at lata seg úr “búnanum”, onkur fór at dansa í sínum felag. Hví ikki dansa saman øll – til stuttleika?
No comments:
Post a Comment