Havi havt eina avbera góða jólaferiu, eina hugnaliga høgtíð, verið í báðum mínum yndisbygdum og eisni rættað 3. árs uppgávur. Hvat meiri kann ein eldri kona ynskja sær? Einki.
Nýggjársaftan var døgurðin dampaður laksur við feskari bandpastu, og nýggjársdag fekk eg kjøt við brúnum eplum, sós og súrum og søtum úti á Bakka.
Kristina hevur lært seg at venda sær og ger tað nú alla tíðina. Herbert kvøður dagin langan, og Magna fer sjálv yvir til grannan við viðførinum á sletu. Herligt.
Havi bara banal nýggjársynski og lyfti, so tey lata vit liggja. Myndirnar eru úr Dali, og tey sum lesa dalsbloggin kenna kanska onkra aftur. Bálið var niðri á møl og Jóannes hevði harmonikuna og Claire violinina, og so sungu vit. Eisini røða og nýyrktur táttur vóru á skránni. Og tey , sum vilja síggja fleiri nýggjársmyndir og lesa táttin, kunna hyggja á dalssíðuna www.dalsbygd.blogspot.com
Lívið lær!
No comments:
Post a Comment