Skeiðið byrjaði seinast í september, vit hava havt tímar hvønn fyrrapart, og skeiðið varar 20 vikur.
Myndin er tikin í býráðssalinum í Havn.
Vit lesa tekstir, royna at siga orð og setningar og terpa mállæru. Set fyrisetingarnar í rættan kassa!
Og vit hugna okkum saman. Myndirnar niðanfyri eru tiknar á jólahaldinum seinasta skúladag fyri jól.
Og hendan er tikin á “Seven” hósdagin.
Og vit hava verið fleiri útferðir í Havn, og í dag lærdu fleiri av teimum at binda, hvat kann vera meiri mentanarligt enn at binda?
Næmingarnir eru úr átta ymiskum londum, so har er mangt ein kann læra hvør av øðrum, á myndunum niðanfyri síggja vit Mariku vísa, hvussu konufólk í Afrika nýta eitt langt høvuðturriklæði.
Og um vit lúra í matpakkan hvør hjá øðrum, síggja vit eisini okkurt spennandi, og meiri enn so fáa vit at smakka.
í farnu viku varð roynd hildin, og ein roynd verður aftur, áðrenn skeiðið endar. Sera fín avbjóðing, bæði hjá lærara og næmingum.
No comments:
Post a Comment