Mar 19, 2014

Mín fyrsta mønudoyving

skuldi møta á LS klokkan hálvgun átta. Móttøkan var góð, fyrst fekk eg song og klæði.

P1000883

Næsta stig er so at gera alt til reiðar. Fyrikomandi fólk Teresa, Heidi, Elspa, Tummas, Heini. bleiv spurd, hvat eg helt um at verða doyvd bara niðan fyri beltið. Segði sum var, at mær dámar illa tankan um, at nakað skal stingast í mønuna, sentralnervalagið, sum stýrir øllum okkara kroppi. Fekk so eina sissandi røðu frrá Tummasi: mønan røkkur ikki so langt niður, stungið verður inn í mønurúmið, har væta er. Well, eg skal liggja á vinstru lið, so at doyvingin fer beina leið í vinstra bein. Men hvat ólukkan galt, eitt hjáárin gjørdi vart við seg, har lá ein nervatráður og rakst, og tað klæna rørið traff! Og tað var ein stoytur! ein strála gjøgnum beinið sum eksploderaði sum túsund sólir í hælinum. Eg gjørdi eitt gallróp, hin róligi Tummas segði, at hatta hendir viðhvørt. Taå gingu ikki nógv sekund, til beinini vóru púra leys av mínum kroppi, tveir betongkubbar, sum lógu í somu song sum eg. Og so…mundi eg svímað, sum eg lá, men tvætl tey høvdu súrevni og annað gott har.

Nú varð farið í sjónleikarhúsið, har var so aftur nakað at gera klárt, konan bleiv ballað, tjalddúkur settur upp, tónleikur í oyrini. Tað gongur ikki frá mær, tá ið tey lyftu henda hvíta betongkubban upp og málaðu hann gulan.

028

Tað allarmerkiligasta var at hoyra og føla sagina fara at hurra, eg luktaði bein, sum varð sagað, tað var næstan sum brendaroykur. Løgið at hugsa sær, at eitt sovorðið knælið nú er meitlað og stoypt inn í beinið. Omanfyri strekt, niðanfyri boygt.

029

Í viðrakningini byrjaði hitt modna. AV AV AV. men har var morfin, panodil og brufen í boði, men eingin matur.

Og so varð eg rullað upp á G4, fekk drekkamunn, hevði vónað døgurða, men…og nátturðin í kvøld var ikki øsandi, trý sløg av pylsu, sum øll smakkaðu eins ella einki, jú okey rullupylsan var ok.

P1000890

 

Men her er gott at vera. Havi eisini havt gestir, l.Turið sat eina løtu, og Marianna og Amariel hugdu inn.

P1000889

2 comments:

  1. Oh my geesus. Tú skrivar so livandi, tað hvínur í knænum. :D Tú er røsk, Bergljót!

    ReplyDelete
  2. wao.. thank goodness you got through this :) i hope you get well soon God bless you

    ReplyDelete