Mar 16, 2014

Grækarismessurøða

 

Símun av Skarði helt røðu á Sandi á grækarismessu:

Góðu øll, sum her eru komin saman at halda Grækarismessu 2014.

Grækarismessa verður hildin aðrastaðni eisini at minnast pávan Gregor Stóra, sum var føddur umleið ár 540 og andaðist 12. mars 604.

Í 1943 var fyrstu ferð Skótafylki Sigmunds Brestisonar og Sverre Paturson hildu fuglanna dag á Vaglinum í Havn, og nú er vanligt at skipa fyri grækarismessuhaldi ymsa staðni í landinum.

Í Føroyum halda vit Grækarismessu at heilsa tjaldrinum vælkomnum úr fremmandum londum. Um veturin halda flestu teirra til í Skotlandi og Írlandi.

Vit heilsa tí millum annað við sanginum ”Tjaldur ver vælkomið”, sum Jákup Dahl, sum livdi frá 1878 til 1944, yrkti í Vági um várið 1907.

Sangurin var fyrstu ferð prentaður í ”Tingakrossi” 11. mars 1908 við yvirskriftini ” Á Grækarismessu” undir dulnevninum ”Tormaður”.

Í trimum teimum fyrstu ørindinum fáa vit eina sjáldsama vakra náttúrulýsing, har vit gleðast um at tjaldrið er komið langa leið sum fráboðan um ljósari tíð, og at summarið nærkast. Enn er kalt, men títt ”klipp” boðar frá góðum.

Og í 7. og 8. ørindi vendir hann sær aftur til tjaldrið og summarfráboðanina. ”Tí øll vit leingjast mót lívgandi sól vónandi sælari tíðir” - hugsar ivaleyst á bæði ein og annan hátt.

Men í miðjuni á yrkingini, í 4., 5. og 6. ørindi, vendir skaldið kikaranum móti fólkinum. Og har sær hann fáar glottar: Til dømis: ” fólkið enn svevur sín vetrarblund – trekir at fara á gongd og fylkjast í frímannaliði – av myrkri og iva er fólkið sjúkt, einki álit á egnari megi.

Og hvussu er støðan í dag? Hugsið um regluna ” einki álit á egnari megi”. Í farnu viku frættu vit, at til tess at menna stoltleika okkara Atlantic Airways var neyðugt at bjóða hesa uppgávuna út einans uttanlands, tí í Føroyum megna vit ikki at menna flogfelagið. Hava tit hoyrt so skapt, og hetta verður sagt 107 ár eftir at sangurin varð yrktur.

Og her havi eg hug at taka 4 reglur úr einum øðrum sangi sum Hans Debes Joensen yrkti: ” Pinkalítla Føroyaland”, har hann í seinasta ørindi sigur:

” At ein lús hon sýgur ryggin upp og miklan skriða ger,

men tað er eitt ”fornøjilsi”, bert lúsin útlendsk er.

Og so – og so – so siga allir føroyingar :” Gott, gott”

teir skuldu allir fingið tátt.

Kunnu vit við virðing móti okkum sjálvum siga, at vit liva í einum mentaðum samhaldsføstum samfelag? Meðan politikkarar royna at finna út av, hvar fátækramarkið skal setast, hava teir ikki ráð at lata fólkapensionistum eina grundupphæddarhækking á 250 krónur um mánaðin, samstundis sum landsstýrið ikki blúgvast við at bera uppskot um at hækka egna løn við umleið 30 0/0 av einari frammanundan høgari løn.

Og hvussu taka vit ímóti og bera okkum at móti útlendingum, sum leita higar at arbeiða? Vit hava øll havt høvi at fylgja við málinum um garnabátin Anitu. Minsta krav má vera, at teimum, sum starvast í Føroyum, á landi og á sjógvi, verða tryggjaðar sáttmálaavtalur. Annað er óvirðiligt og kann kanska onkuntíð koma undir heitið ” nýmótans trælahald”.

Og sova vit enn okkara vetrarblund?

Nú fór eg burtur frá høvuðspersóninum tjaldrinum, tjóðfugli okkara. Lat okkum vísa honum virðing, og tað gera vit millum annað við at ansa so væl eftir sum gjørligt, at fuglurin fær ikki lesull um beinini, og lat okkum annars ansa væl eftir at fara væl um náttúruna alla.

Sverre Paturson sigur so inniliga: Føroyafólk. Hugsa høviskt, djarvt og høgt. Ver fegið um tær vænu Føroyar, sum tú eigur. Legg oyra títt inn til Føroya bankandi hjarta, lýð á føðilandsins biðjandi bøn – og svík ikki.

Lat sólina skína um dalar og fjøll,

grønkast lat heiðar og líðir!

Tí øll vit leingjast mót lívgandi sól,

vónandi sælari tíðir.

 

No comments:

Post a Comment