Longu niðri í viðrakningini í gjár fekk eg eitt samanrullað vattteppi undir tað sjúka beinið, hevði tað so allan dagin sum stuðul. Men nú kemur náttarvaktin og sigur, at í grundini skal eg ikki hava nakað undir beininum, og í grundini skal beinið liggja strekt…maaa sigi eg bara, sum eg fekk ilt, og lýðin sum eg eri, royndi eg at liggja á bakinum við strektum beini í nátt, so eg svav ikki nógv, jú eg fái pínutablettir, men tær taka bara ikki alla pínuna. So hatta við pínudekkað og pínufrí, sum tey snakka um, tað er ikki veruleikin, ikki hjá mær.
Í dag kom fysioterapeutur at byrja uppvenjing, talarastólurin er eitt so hent hjálpitól, men bráða eg fór ein túr út á gongina, áðrenn fyssan kom, og so aftaná skuldi eg í rønkuna, og har vendu tær knænum, so tað passaði til teirra!!! AV! Tárini stóðu úr eygunum…men nú er tað so “bara” tann vanliga pínan aftur. Turið og børniuni vóru her, og eg fekk ein tyggigummipakka frá hvørjum teirra.
Nei, eg eri ikki imponerað av pínuviðgerðini, eg havi nú havt ilt í 24 tímar. Endiliga siga til, um tit hava ilt, tit skula ikki liggja og pínast. Endiliga taka pínustillandi, so tit fáa trenað, segði læknin Harry og læknin Jákup og eisini sjúkrasystrarnar, jú tær geva tær tablettir, tá ið tú biður um, men tær koma ikki at spyrja, um tað nú virkar. Vit síggja tær ikki nógv her, vit hoyra tær nógv – práta sínamillum.
Men rætt skal vera rætt, í kvøld fekk eg ein góðan tvílittan kapsil, ljósa- og myrkabláan, og so fekk eg tilboð um ein túr etir gongini, tað var fínt!
No comments:
Post a Comment