Ein so sera væl umtókt sending við einum so misháttum heiti. Tá ið vit fara túr, so fara vit túr, ganga okkum ein túr ella koyra ein túr niðan á Sund. Bátar fara sín fyrsta ella síðsta túr, onkur var ein túr á Suðurlandinum og ein norðanfyri, onkur siglir ein túr undir Vestmannbjørgini. Eingin fer á ein túr uttan Tórður og útvarp Føroya, og so sjálvandi tey, sum hava lært hesa málisku við at lurta eftir Við Tórði á túri. Spell, at Útvarp Føroya skal ganga á odda í hesi fyrisetingarspillu. Og næstu viku “fara vit aftur á túr við Tórði” – serstakliga mishátt. Hvaðani málspillan er, skal eg einki siga um, tað kann ein og hvør hugsa sær til.
Eitt akkurát líka snøgt heiti hevði verið : Vit fara túr við Tórði nú er Túrur við Tórði á skránni ella Nú fara vit túr við Tórði. Ikki longri, og bókstavarímið er har…so come on Tórður. Nú ert tú so túraður, men vónandi nóg vaksin og vitandi til at taka hetta til tín
No comments:
Post a Comment