Í ár havi eg serliga nógv at gleða meg til, tí tey koma øll heim at halda jól.
Í atventini vóru vit systrarnar uppi á Hotel Føroyum til NÒNTE. Tað var ein hugnalig løtu, friðarlig og innilig. Stuttligt, at Elvis og Bing Crosby vóru á skránni.
![]() |
| Heiðrikur og Guðrið høvdu undirhaldið |
Og so var systkinabarnaballið!! Tað hevur verið so av og á gjøgnum árini. Vit hava verið ymsastaðni, í ár vóru vit á Skúlaheiminum í Marknagili. Vit vóru næstan 60 í tali, so uppmøtingin var góð, av systkinabørnunum manglaðu Gudny og lítla Bergljót.
Tað var smanskot, nógvur og góður matur, vit byrjaðu kl. 17, tí at summi børn eru so smá, at tey fara tíðliga í song. Tíverri vóru langommusynirnir Herman og Marius farnir til hús og foreldrini hjá teimum, áðrenn vit tóku myndinar.
Sigri helt veitslutaluna, persónlig og fevnandi, men eisini ein áminning um tíðarinnar álvara.
Kristina sang "Hvítar flykrur", Hallur gjørdi spurnarkapping, og Tòrður hevði gittarin við. Gott at vera partur av hesum stóra fjølbroytta hópi.
Myndatekstur til vantandi mynd: Jákup, Niklas Pætur, Eina, Eve, Pauli, Kitty, Ruby, Marja, Michel, Lars, Hallur, Nicklas, Simone
![]() |
| systkinabørn |
![]() |
| trímenningar og ein úr 4. liði |




No comments:
Post a Comment