Oct 29, 2010

vøkur ramma um rammurnar

Síðst í oktober


Í morgun var so kølmyrkt, tá ið eg fór upp, eg helt, at klokkan mátti vera skeiv, mátti vera steðgað í gjárkvøldið ella okkurt. Klokkan í køkinum var eisini yvir 7, um nú tað var sabotaga? Eg út í vindeygað at hyggja, alt var myrkt, kanska var klokkan 2 ella 3 um náttina. Hugsa tær, um eg fór niðan í skúlan kl. 3 um morgunin, tað hevði verið pínligt og sera troyttandi, fá tær eitt lív, høvdu tey sagt. Tja, útvarpið, har mundi eg fáa rætta samanhangin at vita... útvarpið spældi tónleik, men tað ger tað altíð nátt og dag.... so. Men tað var also morgun. Tað er tað , at onkuntíð vakni eg mitt í øllum, tá ið tað als ikki er uppfaringartíð. Men tað er ikki myrkt inni, bæði ljós og litir, millum annað Vegghamar, sum er komin í stovuna nú.

Oct 23, 2010

Leygardagur í oktober

Fór niðan til Jórunn og Jóan Paula í morgun, keypti mær eina so fitta húgvu, men tað er einki lætt at taka mynd av sínum egna høvdi. Í gjár var eg kettusittari hjá I,R,, Hekla hevði verið hjá lækna og skuldi eygleiðast um dagin, hon skuldi bara ikki sleppa út. Hon vildi so endiliga út at orna síni ting, hon rein og hvein. So eg hugsaði, eg bindi bara eitt band um munnkurvina, so kann hon sleppa útum. Men sjálvandi, tá ið gamla føldi ta frísku luftina, sleit hon bandið beinanvegin, og burtur var hon. Men hon kom tíbetur aftur um kvøldið. Á myndini sæst hon hjálpa mær við stílunum.

Annars var morgunmaturin grønmetiseggjakaka + breyð og tomatir. Hopi Turið l. lesur hetta.

heystferia 2010 005 heystferia 2010 007 heystferia 2010 013 heystferia 2010 017 heystferia 2010 023 heystferia 2010 031 heystferia 2010 004

Oct 18, 2010

Familjuhugni í Oyes












Eldurin brakar á grúgvuni, og omman sigur søgur. Mamman bakar kaku, og pápin slær grasið. Tað er so í hvussu er hugni, sum vil nakað :) Børnini spæla úti og inni, mamma og omma fara súklutúr, pápin fer eftir morgunbreyðið í næstu bygd. Um kvøldið fingu vit útbeinað lambstjógv, marinerað í súrróma og hvítleyki og sitrón, og sjálvandi sjampagnu í Champagne. Har eru champagnuvirkini so tøtt sum tenn í sag. Eitt champagnuhús eitur Dupont, tað ljóðar ordiliga heimligt hjá Dupontfamiljuni.

Heystferia – Oyes, Frankaríki

Vóru vikuskifti í paradísinum hjá Fridu sofíu og Michel í Frankaríki. Tey hava eini stór hús, stóran garð við frukttrøum og fleiri úthús. Michel hevur bygt ein pall við reipstiga í einum træ, og eitt spælihús, sum Madeleine spælir handil í. Har er so hugnaligt og kontrasturin til Brussel við sínum stóru skrivstovubygningum og nógvu ferðslu er ótrúligur. Og so hava tey so stuttligar og góðar grannar, eina eldri damu, sum selur teimum egg, eitt par úr Nerw Sælandi sum hevur bed and breakfast har á næsta horni. Tey ganga inn til hvørt annað, og Madeleine hevur fingið eina sera góða vinkonu Lili. Tær læra seg at súkkla, Madeleine dugir nú at súkkla leys-tað var stuttligt at síggja hana fara súklandi.  Hesa tíðina eru teir fagrastu litirnir at síggja, trøini sjansera í øllum litumheystferia 2010 448 heystferia 2010 353 heystferia 2010 362 heystferia 2010 367 heystferia 2010 372 heystferia 2010 377 heystferia 2010 381 heystferia 2010 405 heystferia 2010 407 heystferia 2010 438