Mar 31, 2013

Paskamorgun i Champagne

Vit foru ur Reet friggjadagin kl. 14, Michel eitt sindur seinni vid bornunum. Ta id vit komu til Champagne millum 5 og 6 voru Solrun og Lars og Bergur og Simun har og toku imoti. Um kvoldid fingu vit ein rattiligan Lars dogurda, lambskjot og gronmeti. Omana var creme brulé a la Bergur. Hann hevdi keypt ein litla blasilampu til tad sama. Bergur byr ju i Frankaeiki i lotuni, so hann larir seg at liva franskt.
Leygardagin voru vit i einum champagnuhusi og royndu champagnu, vit keyptu eisini nakrar floskur, og nu er paskadagur, og teu eru farin avstad. Bergur koyrir sjalvur, ti hann fer til Saint Avold, og hini fara til Danmarkar.


Mar 28, 2013

Neonvest til páskar

Ymiskt er øðvísi í skúlanum hjá børnnum her enn í Føroyum.



Tey skula vera í neonvesti til páskar, so í dag er næstseinasti dagur við neonvesti. Tit síggja vestarnar á myndini, tit síggja eisini, at mikudagar koma foreldur og ommur og abbar eftir børnunum, tí at mikudagar er skúlin bara til miðdags, hinar dagarnar til 15.30.

Eisini et tað so, at tey smáu sleppa ikki at leiva meiri enn eina flís, ella hálva ella EITT av tí tú hevur við. Tað segði Madeleine í morgun, tá ið eg skuldi smyrja matpakka. Í dag hevur Louis (11 ár) roynd í fronskum. Og Emil (9 ár) skuldi hava eitt spæl við, hann tók eini kort. Í dag er tað SHOPPING yeahhh.....vit fara til Antwerpen.


á myndunum síggja tit judodreingin, hockeygentuna og basketdreingin.
Hoyrast!

Mar 26, 2013

REET, Belgia, sól inni og úti

Fór ein súkklutúr, má altíð kunna meg av nýggjum her niðri. Í morgun fann eg so ein handil. Altíð nakað.
Eri heimagangandi omma, í dag hevði Louis tveir vinir heim við at vísa teimum giraffin, og lata teir smakka turt kjøt og turran fisk og føroyska sjokolátu, sum hann kallar Tom's pålæg.
Tað er stuttligt at síggja tey og lurta eftir teimum. Ommqn hevði roynt at rulla seg út.
Teimum dámdi, søgdu teir, men teir vóru ótrúliga fólkaligirm skal sigast. Louis lærdi teir at sigq mangatakk.
FS hevur ómetaliga kular súkklutaskur.

Mar 25, 2013

Reet, Antwerpen


Her voru 4 minusstig i morgun, so tað var gott , eg hevði troyggju og frakka og húgvu og handskar. Fríggjakvøldið var eg i Kph., Símun gjørdi døgurða, og Lisa og Símun og eg ótu saman.

Ta ið eg kom til Brussel, vóru FS og Louis ímóti mær. So beina leið at hyggja at hockey, tveimum dystum  í senn, bæði Madeleine og Emil. FS hevði fylt køliskapið við grønmeti, so tað er eingin umbering....
Í dag hevur Madeleine hildið føðingardag í eini bowlinghøll, 15 børn i alt, bowling og døgurða við ísi omaná.
------------------
Símun gongur á øðrum beini, brotið beinið í fótbólti.

Emil og Louis høvdu hvør sín vinmann við, her síggja vit Lars, Emil og Madeleine, og niðanfyri eru Jordi og Louis við.




Nú er mánadagur børnini eru í skúla, kavin liggur enn, men tað er ikki so kalt.

Mar 21, 2013

Altjóða downs syndrom dagur

Hjá Østrøm var fotoframsýning, á tær deiligu myndir av børnum og ungum. Maria Smith beyð vælkomin, fólk høvdu blátt neglalakk, og Jórunn var í ómakaðum sokkum, annar strípurur. Ey spældi violin fyri samkomuni. Positivt tiltak at gera vart við ein minniluta heima hjá okkum sjálvum.

005 - Kopi013012 - Kopi

014015 - Kopi

Páskir 2013

Nú eru páskir í hondum, ferian byrjar í morgin. Nú eru 3 ár, síðani Hans Marius fór, eg haldi eg seti mína yndismynd aftur, hon hevur vist verið fyrr á blogginum, men soleiðis minnist eg hann, sum hann sá út í oktober í 1976. Hann stendur á trappuni hjá Jónu og Beinari á Boðanesi, tá ið verkstaðið var har. Hann hevði eitt kamar, men tað luktaði nokso nógv av olju, og vit royktu bæði og ótu caramell og drukku cola…á tað var deiligt!

HM 1976

Anyways, í morgin fari eg at ferðast, jubbi. Tað merkir ikki , at bloggurin fer í feriu nei nei, vónandi verður okkurt ordiliga stuttligt at frætta úr Reet og Champagne, úr kyldini har. Knappliga eru trøini inni hjá Magnhild farin at spíra. Hygg!

001004

GLEÐILIGAR PÁSKIR allir blogglesarar (og ja, áðrenn hetta kemur aftur fyri í øllum máltáttum og sprogforeiningum, páskir eru kvennkyn fleirtal, ikki sum jól sum eru hvørkikyn fleirtal.)

Mar 18, 2013

Mammutt tiltak á Nabb

006009Tíbetur vóru Hallur og børnin har uppi kl. hálvgun, tá var ikki kjansur at fáa P-pláss. Eg og Turið vóru har kl. tíggju minuttir í, vit parkeraðu´við bwling høllina. Bíðirøðin tilat sleppa inn gekk um hornið og næstan heilt til endan á høllini, ná okey til hálva longdina av høllini, og tað var bítandi kalt, og nógv børn vóru við.011

Men Herbert klártaði seg væl, og tað er tað týdningarmesta hjá okkum. Hann sæst her, eyðsæddur í hvítum skóm, í ringinum á bitanum og at bólta rút. Dugdi tað, hann skuldi og kláraði floksdisiplin.

Mar 16, 2013

Ungt virki

Stuttligt at práta við tey ungu í SMS í dag. Tey dugdu so væl at greiða frá sínum virki. Ein bólkur hugsar at byrja saltframleiðslu, hvat tá, havið er fult av salti. Teir vóru úr Havn. Ein annar bólkur, tey vóru úr Klaksvík, hevði gjørt eitt spæl at nýta í landalæru. Tað var ætlað børnum í 1-5 flokki, eitt so sera fínt hugskot. Sniðgevarabólkur hevði eina sjáldsama troyggju/turriklæði á framsýning.


014
Mítt vinnaraboð var  landalæruspælið (og lítla turið svaraði 'of course it was')  :)

015
Og nú síggi eg á portalinum, at hesir garparnir vunnu. Saltdreingirnir.
002

003

009

010
Og Beinta Danielsen og Hans Petur Petersen hava uppfunnið eitt munnstykki til oljupumpuna, so at hon ikki dryppar. Tit síggja sjálvi, hvussu reinar flísarnar eru.

Leikrit – eg meini leikread

Í gjárkvøldið sóu vit tvær leiklesingar, tann fyrra var ein danskur leikur, tann seinna ein íslendskur. Undirtekstir vóru til báðar leikirnar. Tað er snilt við undirtekstum, eg minnist eina ferð eg var til Hamlet í Amsterdam, tað var eitt kekkiskt leikfelag , sum spældi á kekkiskum, men undirtekstirnir gjørdu tað lætt at fylgja við.

untitled

Tann danski leikurin var “Eingin møtir nøkrum” eftir Peter Asmussen í týðing eftir Riu Tórgarð. Eitt par, myndir úr teirra - samlívi tragikomiskur sum lívið hjá teimum flestu, fínur leikur og væl spældur. Eg má beundra Páll Danielsen, so væl hann dugdi at sita og einki siga. Mimikkurin var óbetaliligur. Konuna spældi Annika Johannesen.

LeikRead

Tann íslendski (eftir Braga Ólafsson, í týðing Turið Sigurðardóttur) var groteskur, sera nógv avgjørt skemt, strævið at hábrøgdini hjá Karli skuldu fylla so nógv. Men nógvar stuttligar typur, serliga Durita Dahl Andreasen var herlig. Og eitt stórt upplivilsi var at síggja nestorarnar báðar Eyðun Johannesen og Adelborg Linklett. So sera hugnaligt á Tjóðpallinum í gjár.  Nógv fólk, í góðum hýri, men sýningin var eisini ókeypis Smiley, der blinker

Mar 15, 2013

Lykilin hjá Sáru (Tatiana de Rosnay)

Ein sera spennandi bók, so snildisliga bygd, at tú mást alla tíðina fylgja Juliu um næsta horn ella næstu sýn, lukkast tað Sáru at bjarga beiggjanum? Nei. Hvar fór hon so, lukkast tað at hitta Sáru í í USA….lukkast tað at finna sonin Italia. Tíbetur er bókin bygd so, at annaðhvørt kapittul er úr nútíðini, tí partarnir frá krígnum eru so syrgiligir, at tað er nívandi at lesa.
imagesCACLB6MJ
Vit samdust um, at tøgnin, tøgnmentanin er eitt høvuðstema. Familjur hava loyndarmál, Eduardo  hevur lovað pápa sínum, at dylja sum mansmorð tað, hann veit um Sáru og hennara lagnu, tískil vita hansara børn einki, men tað vísir seg, at tey, sum vit hildu einki vistu, vita tað kortini. Hví hava vit slík loyndarmál? Fyri at verja hini ella okkum sjálvi? Og er tað altíð best, at allur sannleikin kemur fram? Einstaklingar hava loyndarmál, sum Julia, sum dylur, at hon er við barn og ikki veit, um hon skal velja fosturtøku. Og so tann mest umfatandi og larmandi tøgnin, loyndarmálið hjá eini heilari tjóð, í hesum føri fransmonnum. Sannleikin um, hvussu franska løgreglan tók franskar jødar, vaksin og børn og sendi í fangalegu og víðari til týningarlegu er eitt sárt kapittul í franskari søgu.
Kvinnusíðan er væl umboðað Julia, Zoe, Sára og Mamé halda allar saman, Bertrand er ikki so positivt lýstur, ótrúgvur, ræðist at blíva gamal, og hann heldur, at JUlia skal lata alt hatta gamla málið vera. Men pápi hansara er fegin at sleppa av við sína tagnarbyrðu.
Julia er amerikansk, og munurin millum tað franska og tað amerikanska verður nakað umrøddur.
Skaldsøgan er á ein hátt sera einfald, alt fellur upp á pláss, journalisturin Julia finnur alt, hon leitar eftir, konvoluttar við loyniskjølum og myndum avdúka gáturnar. Bókin er í støðum í so einføld: ímóti endanum verður alt so gott, at tú situr við klumpi í hálsinum og hopar, at tey bæði Julia og William kanska kunna sláa pjøkarnar saman, nú ið tey eru single bæði vegna alt hetta uppkláringararbeiðið, og ein lítil Sára gongur har og hoppar. Eisini tá ið Julia sprakk upp úr seingini og skræddi droppið úr arminum og avgjørdi, at hon vildi ikki týna fostrið, minti meg um filmar, har tey renna frá altarinum út úr kirkjuni at finna sín einasta eina, ella tuska út í ein av fingrunum í floghavnini at steðga einum flogfari við tí einasta eina til at biðja um fyrigeving í síðstu løtu….
Stílurin er realistiskur. Lykilin er myndin, stongsilin sum ikki fæst upp. Lásið, sum læsti Sáru alt lívið og samstundis læsti familjuna hjá Bertrand fasta í tøgnini. Julia fer at pilka við lásið, lykilin liggur saman við skjølunum hjá Sáru, og tá ið bókin endar er hann komin fram í ljósið.

imagesCAFUJHLU

Mar 13, 2013

Pílagrímur inst í sjálvum sær

Viderø (1906-1991) var ein sjáldsamur maður, altíð á ferð, og ferðin var inneftir. Ein slík óró og trá eftir at flyta seg. Men Viderø var eisini skald, og tráin var eisini at skapa, skapa listarverk, broyta heimin, síggja heimin við nýggjum eygum, gjøgnum litað glas. Tað litaða glasið er í Viderøsa føri málið, tann serliga málbúnin, viderøskt. Eitt mál, sum er talað av ongum, eitt listarligt mál, sum skapar sítt egna univers.
Bergur læt hurðar upp inn í Viderøsa gjálvuta univers við stríðum mótsetningum, djúpskygni og homerskum látri. (sitat: Turið S;) Takk, fyriskiparar, fyri hetta kvøldið
004
Soleiðis verður fyrilesturin hjá Bergi D. Hansen í Vestmanna boðaður: --- Tvídrátturin millum øðrumegin at vilja vera prestur og hinumegin vilja vera frælsur rithøvundur á ferð um allan heim. Um at vilja hoyra til í Føroyum, men ikki støðast í Føroyum: “Eg lúki eygunum aftur... eg finni til einkis, eri einans á ferð - - - inn í sólina sjálva”.
005
Vit koyrdu til Vestmanna, eg og Turið. Næstan full kirkja, heilt merkisvert, at norðstreymoyar prestagjald hevur so spennandi listarliga føstuskrá. Hetta tiltakið var serstakliga áhugavert, Bergur røddi um tekstaslag, ævisøgu m.a. skúlagongd og lestur og sjálvandi ferðafrásagnirnar. Ferðafrásagnirnar eru evnið, sum ph.d. granskarin hevur sum arbeiðsøki. Lívið hjá Viderø og ferðafrásagnirnar hanga neyvt saman, hann er sjálvur høvuðspersónur í sínum tekstum. Bergur dugir so væl at greiða frá, og lurtarin kennir, at hon fær nakað heim við sær. Eisini hetta við at svara spurningum, tað gjørdist sum ein samrøða millum Berg og áhoyrararnar. Tey, sum vóru komin í kirkjuna í Vestmanna, høvdu vist øll lisið okkurt hjá Viderø. Bergur hevur sett seg sera væl inn í evnið á breiðum grundarlag, sum sást týðiliga í viðmerkingum hansra til spurningar frá áhoyrarum, einki kom óvart á.
006
Ramman um fyrilesturin var bara so perfekt, Vestmanna kirkja er so vøkur, stór, ljós, hvítir veggir, einki fjas og so krosstræið hjá Astrid, so skyggjandi vakurt. Super uppliving.
002

Mar 12, 2013

Bingjur í norðurhøvum

Tær eru komnar siglandu um hav, 5 bingjur við ungari list. Áland, Ísland, Føroyar, Finnland, Grønland hava hvør sína. Herbert og Magna elskaðu ta álendsku bingjuna við einum vita, sum mann kundi fara inn í. Tann føroyska var tann mest eksperimenterandi, tann íslendska sá ikki út av nógvum fyri verðini, so segði hann. Tann finska hevði flottar detaljur, tann grønlendska var ov uppløgd, kópur, roysningur, ísur og kavi.

Men stuttlig framsýning, so avgjørt.

.008

Finnland, bøkur sum skulpturar við smáum standmyndum, fuglar í flokki009010

Føroyar, spegl øðrumegin , svørður hinumegin, ljósspæl.013

Áland, viti, fiskar, tjøldur.021

018

Ísland, Reykjavík við Hallgrímskirkjuni.019

Grønland020