Ein sera spennandi bók, so snildisliga bygd, at tú mást alla tíðina fylgja Juliu um næsta horn ella næstu sýn, lukkast tað Sáru at bjarga beiggjanum? Nei. Hvar fór hon so, lukkast tað at hitta Sáru í í USA….lukkast tað at finna sonin Italia. Tíbetur er bókin bygd so, at annaðhvørt kapittul er úr nútíðini, tí partarnir frá krígnum eru so syrgiligir, at tað er nívandi at lesa.
Vit samdust um, at tøgnin, tøgnmentanin er eitt høvuðstema. Familjur hava loyndarmál, Eduardo hevur lovað pápa sínum, at dylja sum mansmorð tað, hann veit um Sáru og hennara lagnu, tískil vita hansara børn einki, men tað vísir seg, at tey, sum vit hildu einki vistu, vita tað kortini. Hví hava vit slík loyndarmál? Fyri at verja hini ella okkum sjálvi? Og er tað altíð best, at allur sannleikin kemur fram? Einstaklingar hava loyndarmál, sum Julia, sum dylur, at hon er við barn og ikki veit, um hon skal velja fosturtøku. Og so tann mest umfatandi og larmandi tøgnin, loyndarmálið hjá eini heilari tjóð, í hesum føri fransmonnum. Sannleikin um, hvussu franska løgreglan tók franskar jødar, vaksin og børn og sendi í fangalegu og víðari til týningarlegu er eitt sárt kapittul í franskari søgu.
Kvinnusíðan er væl umboðað Julia, Zoe, Sára og Mamé halda allar saman, Bertrand er ikki so positivt lýstur, ótrúgvur, ræðist at blíva gamal, og hann heldur, at JUlia skal lata alt hatta gamla málið vera. Men pápi hansara er fegin at sleppa av við sína tagnarbyrðu.
Julia er amerikansk, og munurin millum tað franska og tað amerikanska verður nakað umrøddur.
Skaldsøgan er á ein hátt sera einfald, alt fellur upp á pláss, journalisturin Julia finnur alt, hon leitar eftir, konvoluttar við loyniskjølum og myndum avdúka gáturnar. Bókin er í støðum í so einføld: ímóti endanum verður alt so gott, at tú situr við klumpi í hálsinum og hopar, at tey bæði Julia og William kanska kunna sláa pjøkarnar saman, nú ið tey eru single bæði vegna alt hetta uppkláringararbeiðið, og ein lítil Sára gongur har og hoppar. Eisini tá ið Julia sprakk upp úr seingini og skræddi droppið úr arminum og avgjørdi, at hon vildi ikki týna fostrið, minti meg um filmar, har tey renna frá altarinum út úr kirkjuni at finna sín einasta eina, ella tuska út í ein av fingrunum í floghavnini at steðga einum flogfari við tí einasta eina til at biðja um fyrigeving í síðstu løtu….
Stílurin er realistiskur. Lykilin er myndin, stongsilin sum ikki fæst upp. Lásið, sum læsti Sáru alt lívið og samstundis læsti familjuna hjá Bertrand fasta í tøgnini. Julia fer at pilka við lásið, lykilin liggur saman við skjølunum hjá Sáru, og tá ið bókin endar er hann komin fram í ljósið.
No comments:
Post a Comment