Mar 16, 2013

Leikrit – eg meini leikread

Í gjárkvøldið sóu vit tvær leiklesingar, tann fyrra var ein danskur leikur, tann seinna ein íslendskur. Undirtekstir vóru til báðar leikirnar. Tað er snilt við undirtekstum, eg minnist eina ferð eg var til Hamlet í Amsterdam, tað var eitt kekkiskt leikfelag , sum spældi á kekkiskum, men undirtekstirnir gjørdu tað lætt at fylgja við.

untitled

Tann danski leikurin var “Eingin møtir nøkrum” eftir Peter Asmussen í týðing eftir Riu Tórgarð. Eitt par, myndir úr teirra - samlívi tragikomiskur sum lívið hjá teimum flestu, fínur leikur og væl spældur. Eg má beundra Páll Danielsen, so væl hann dugdi at sita og einki siga. Mimikkurin var óbetaliligur. Konuna spældi Annika Johannesen.

LeikRead

Tann íslendski (eftir Braga Ólafsson, í týðing Turið Sigurðardóttur) var groteskur, sera nógv avgjørt skemt, strævið at hábrøgdini hjá Karli skuldu fylla so nógv. Men nógvar stuttligar typur, serliga Durita Dahl Andreasen var herlig. Og eitt stórt upplivilsi var at síggja nestorarnar báðar Eyðun Johannesen og Adelborg Linklett. So sera hugnaligt á Tjóðpallinum í gjár.  Nógv fólk, í góðum hýri, men sýningin var eisini ókeypis Smiley, der blinker

No comments:

Post a Comment