Nú eru páskir í hondum, ferian byrjar í morgin. Nú eru 3 ár, síðani Hans Marius fór, eg haldi eg seti mína yndismynd aftur, hon hevur vist verið fyrr á blogginum, men soleiðis minnist eg hann, sum hann sá út í oktober í 1976. Hann stendur á trappuni hjá Jónu og Beinari á Boðanesi, tá ið verkstaðið var har. Hann hevði eitt kamar, men tað luktaði nokso nógv av olju, og vit royktu bæði og ótu caramell og drukku cola…á tað var deiligt!
Anyways, í morgin fari eg at ferðast, jubbi. Tað merkir ikki , at bloggurin fer í feriu nei nei, vónandi verður okkurt ordiliga stuttligt at frætta úr Reet og Champagne, úr kyldini har. Knappliga eru trøini inni hjá Magnhild farin at spíra. Hygg!
GLEÐILIGAR PÁSKIR allir blogglesarar (og ja, áðrenn hetta kemur aftur fyri í øllum máltáttum og sprogforeiningum, páskir eru kvennkyn fleirtal, ikki sum jól sum eru hvørkikyn fleirtal.)
No comments:
Post a Comment