Mar 28, 2013

Neonvest til páskar

Ymiskt er øðvísi í skúlanum hjá børnnum her enn í Føroyum.



Tey skula vera í neonvesti til páskar, so í dag er næstseinasti dagur við neonvesti. Tit síggja vestarnar á myndini, tit síggja eisini, at mikudagar koma foreldur og ommur og abbar eftir børnunum, tí at mikudagar er skúlin bara til miðdags, hinar dagarnar til 15.30.

Eisini et tað so, at tey smáu sleppa ikki at leiva meiri enn eina flís, ella hálva ella EITT av tí tú hevur við. Tað segði Madeleine í morgun, tá ið eg skuldi smyrja matpakka. Í dag hevur Louis (11 ár) roynd í fronskum. Og Emil (9 ár) skuldi hava eitt spæl við, hann tók eini kort. Í dag er tað SHOPPING yeahhh.....vit fara til Antwerpen.


á myndunum síggja tit judodreingin, hockeygentuna og basketdreingin.
Hoyrast!

No comments:

Post a Comment