Mar 13, 2013

Pílagrímur inst í sjálvum sær

Viderø (1906-1991) var ein sjáldsamur maður, altíð á ferð, og ferðin var inneftir. Ein slík óró og trá eftir at flyta seg. Men Viderø var eisini skald, og tráin var eisini at skapa, skapa listarverk, broyta heimin, síggja heimin við nýggjum eygum, gjøgnum litað glas. Tað litaða glasið er í Viderøsa føri málið, tann serliga málbúnin, viderøskt. Eitt mál, sum er talað av ongum, eitt listarligt mál, sum skapar sítt egna univers.
Bergur læt hurðar upp inn í Viderøsa gjálvuta univers við stríðum mótsetningum, djúpskygni og homerskum látri. (sitat: Turið S;) Takk, fyriskiparar, fyri hetta kvøldið
004
Soleiðis verður fyrilesturin hjá Bergi D. Hansen í Vestmanna boðaður: --- Tvídrátturin millum øðrumegin at vilja vera prestur og hinumegin vilja vera frælsur rithøvundur á ferð um allan heim. Um at vilja hoyra til í Føroyum, men ikki støðast í Føroyum: “Eg lúki eygunum aftur... eg finni til einkis, eri einans á ferð - - - inn í sólina sjálva”.
005
Vit koyrdu til Vestmanna, eg og Turið. Næstan full kirkja, heilt merkisvert, at norðstreymoyar prestagjald hevur so spennandi listarliga føstuskrá. Hetta tiltakið var serstakliga áhugavert, Bergur røddi um tekstaslag, ævisøgu m.a. skúlagongd og lestur og sjálvandi ferðafrásagnirnar. Ferðafrásagnirnar eru evnið, sum ph.d. granskarin hevur sum arbeiðsøki. Lívið hjá Viderø og ferðafrásagnirnar hanga neyvt saman, hann er sjálvur høvuðspersónur í sínum tekstum. Bergur dugir so væl at greiða frá, og lurtarin kennir, at hon fær nakað heim við sær. Eisini hetta við at svara spurningum, tað gjørdist sum ein samrøða millum Berg og áhoyrararnar. Tey, sum vóru komin í kirkjuna í Vestmanna, høvdu vist øll lisið okkurt hjá Viderø. Bergur hevur sett seg sera væl inn í evnið á breiðum grundarlag, sum sást týðiliga í viðmerkingum hansra til spurningar frá áhoyrarum, einki kom óvart á.
006
Ramman um fyrilesturin var bara so perfekt, Vestmanna kirkja er so vøkur, stór, ljós, hvítir veggir, einki fjas og so krosstræið hjá Astrid, so skyggjandi vakurt. Super uppliving.
002

No comments:

Post a Comment