Ein merkisdagur, ein dagur at steðga á og hugsa um, dagurin tá ið dreymar gingu út, og nýggir spónar ella spønir vórðu settir í greytin. Dagurin tá ið lívið fekk eitt nýtt sjónarhorn og nýggja eggjandi megi.
Eg hugsi sjálvandi um 8. mars í 1979, tá ið FS eisini kallað Bía sá dagsins ljós, ein deilig genta, tey kallaðu hana skúlagentan á føðideildini, tí hon var so stór. Eitt premiubarn. Hon var heima í eini 18 19 ár, so flutti hon burtur, burtur úr Føroyum, burtur úr havgosi og summarmeðalhita upp á 12 stig, burtur úr bygdasliga býnum við heimføðiligum sjeikum……og ja, tú lesur nokk nakað av sorgblídni millum reglurnar…men hey..hon er enn í Evropa, so segði hann. Og hon er røsk at ferðast.
Góða FS, hjartaliga tillukku og ynski um greiðar gøtur og spennandi løtur. Takk fyri allar stjørnustundir higartil.
No comments:
Post a Comment