Stuttligt at práta við tey ungu í SMS í dag. Tey dugdu so væl at greiða frá sínum virki. Ein bólkur hugsar at byrja saltframleiðslu, hvat tá, havið er fult av salti. Teir vóru úr Havn. Ein annar bólkur, tey vóru úr Klaksvík, hevði gjørt eitt spæl at nýta í landalæru. Tað var ætlað børnum í 1-5 flokki, eitt so sera fínt hugskot. Sniðgevarabólkur hevði eina sjáldsama troyggju/turriklæði á framsýning.
Mítt vinnaraboð var landalæruspælið (og lítla turið svaraði 'of course it was') :)
Og nú síggi eg á portalinum, at hesir garparnir vunnu. Saltdreingirnir.
Og Beinta Danielsen og Hans Petur Petersen hava uppfunnið eitt munnstykki til oljupumpuna, so at hon ikki dryppar. Tit síggja sjálvi, hvussu reinar flísarnar eru.
No comments:
Post a Comment