Fríggjadagin hildu vit P-dag á Café Kaspar; páskabryggj og tapas við kaffi omaná. Herbert var við, og so komu Magna og Turið eisini,til hugnaløtuna.. Seinni var eg í bowlinghøllini, og TAÐ var annað lívið,, yvir 20 garvillar konur, onkur hevði golfkøllu við, hon hevði tikið feil og hevði verið á golfvenjingarlegu undan bowling kappingini. Ná, aftaná fóru vit at fáa okkum ein góðan bita, og vinnarin varð útnevnd, hon fekk diadem og steyp.
Ná eg var ikki sein til hús, men eg var mega sein upp leygarmorgun. Eg mátti royna at restituera meg til leygarkvøl, nei ikki kvøl, men kvøld. Tí tað var sanniliga ikki kvøl, men stór gleði og frøi og gaman, tí tá var KONUBALL, - again! Vit vóru yvir 30 konur, sum hittust í einum spildurnýggjum arkitektteknaðum húsum uppi í Hoyvíkshaganum. Eg tók bil niðan, og helgens tað er langt niðan hagar!
Allar høvdu okkurt etandi við, og vertskonan hevði borðreitt við fínasta stelli og serviettum. Vit fingu eisini undirhald, skemt, nýyrktar tættir og hjartanemandi solosang. Eg elski konur! Tær eru so kreativar, góðar at práta við og láturmildar. Also, also rætt skal vera rætt, vit eru dupult so nógvar í tali, sum vit vóru, tá ið vit hildu ball í Eiriksgøtu á sinni, ella Frammi við Gjónna í Leynum, og eg tosaði nokk mest við nakrar gráhærdar madammur, hvørs áhugamál vóru fyrst og fremst pensión, gomul foreldur og ommubørn…..herligt.
Nú er tað sunnudagur, og vit systrarnar hava verið og sæð Kára Øster sum Krapp. Eg og Kári eru javngomul, vit gingu í flokki saman í Hoydølum, og Kári P eisini.. Kárarnir høvdu altíð okkurt fyri, báðir listamenn og skemtarar. Kári Øster var við í Grímu frá fyrsta degi, og hann hevur stórt talent. Krapp er ein sera krevjandi leiklutur, nógv av spælinum er mimikkur og smáar handakeipur. Leikurin er um lívið, sum bert er dust, um hvat stendur eftir, tá ið lívið endar. Aftur og aftur kom hann til gentuna, sum hann róði við á ánni - eros. Hasin bandupptakarin hjá honumer spennandi, bondini eru hansara dagbók, hansara bloggur, hugsa sær at skrivað ein tekst, sum so verður ‘seinasti bloggur hjá Bergljót’ (tíbetur eiti eg ikki frú Skarn),… hvat er eftir…Krapp – ógvuliga hóskandi navn, um tú hugsar á enskum og hevur tað rættiliga dapra huglagið í huga.
Super vikuskifti......
.....eehhhh...eru ikki øll tíni vikuskifti konuvikuskifti? Nær hevur tú mannfólkavikuskifti? Nú , nú ongar frekkheitir!
No comments:
Post a Comment