Her voru 4 minusstig i morgun, so tað var gott , eg hevði troyggju og frakka og húgvu og handskar. Fríggjakvøldið var eg i Kph., Símun gjørdi døgurða, og Lisa og Símun og eg ótu saman.
Ta ið eg kom til Brussel, vóru FS og Louis ímóti mær. So beina leið at hyggja at hockey, tveimum dystum í senn, bæði Madeleine og Emil. FS hevði fylt køliskapið við grønmeti, so tað er eingin umbering....
Í dag hevur Madeleine hildið føðingardag í eini bowlinghøll, 15 børn i alt, bowling og døgurða við ísi omaná.
------------------
Símun gongur á øðrum beini, brotið beinið í fótbólti.
Emil og Louis høvdu hvør sín vinmann við, her síggja vit Lars, Emil og Madeleine, og niðanfyri eru Jordi og Louis við.
Nú er mánadagur børnini eru í skúla, kavin liggur enn, men tað er ikki so kalt.
No comments:
Post a Comment