Dec 13, 2020

Mínir klubbar 3

9 konur hittast eina ferð um mánaðin at tosa um eina bók. Upp á skift heima hjá hvørji aðrari, og vit njóta eina máltíð saman. Ein bókaklubbur er eitt fantastiskt ítriv. Bókastev, navnið á lesiringinum er komið av dansiáhuga, summar kendust frammanundan úr dansifelag, hevur verið til í fleiri áratíggju, og vit hava lisið nógvar bøkur saman. Nú eru vit farnar at hittast leygarmorgun, tær flestu givnar at arbeiða lønandi arbeiði. Onkur av damunum býr norðanfyri, so tað hóskar so væl um veturin at fara at koyra á morgni, og sleppa heim aftur meðan ljóst er.
Í Tilhaldinum er eisini ein lesibólkur, vit eru einar 10-12, sum hittast eina ferð um mánaðin. Bindiklubburin hjá okkum fyllir 50 ár komandi ár. Hann byrjaði á Sólbakkanum í Kph., og helt fram í Føroyum, tá ið vit fóru heim, øll uttan Marita. Nú vit eru pensionistar er so upplagt at hittast um dagin. Durita boðaði okkum í bindiklubb kl. 13. So frálíkt hugskot, deiligt at Sonja kom av Skálafjørðinum. Tá ið tú ert millum gamlar kærar vinkonur, ert tú púrasta tú sjálv, einki uppgjørt, einki at krógva ella verja. Tær skilja teg og vilja tær tað besta. Eg eri heppin at hava slíkan felagskap í mínum lívi. Onkuntíð fara vit saman til ein film ella ein leik ella út at eta. Seinast var tað Angus búffur og Opera. Lívsins kor hava gjørt, at vit hava mist okkara kæru Anne Lise, vit minnast havna við takksemi. ">
Tveir aðrir bindiklubbar eru at nevna, tað er grannalagið og familjan. Teir eru báðir rættiliga óstøðugir, men tað er tí at har er yngri fólk, sum hevur annað at hugsa um í sínum gerandisdegi. Eydna bjóðaði okkum nú eitt kvøldið, herligt at fáa dagført orð og andlit. Síggi ikki so ofta mínar næstu grannar. Viðvíkjandi familjuni er tað fyrst og fremst Turið systir, sum tekur uppá seg at halda bindiklubb. Í alt einar 40 konur, deiligt at hava við á lívsleiðini. Mín nýggjasti klubbur er ein kortklubbur, tað var vinkonan Jórunn, sum helt, at vit skuldu kasta samn til ein rubbara av og á. Vit plagdu ofta at spæla vist á Sólbakkanum, tað vóru stuttlig kvøld og ofta long kvøld.