Nov 29, 2011

Deiligt í Suðurføroyum






Her er alt so væl skipað, tokini koyra til tíðina, pylsurnar hava tað rætta knekkið, og jólatrøini standa upp og niður. Høvuðsjarnbreytarstøðin fyllir 100 komandi vikuskifti. Hevði ein deiliga túr av Herlev støð og út á Kagså, bara knæið gjørdi uppreistur. Herbert var glaður at síggja ommu sína, og Magna dugir at aka ella svimja eftir gólvinum. Stuttligt at síggja tey, og Hallur fyllir í dag.

Nov 28, 2011

Kreativur ungdómur í advent

006

 

Sum lærari ert tú saman  við teimum ungu hvønn dag, tó ‘saman’ er so nógv sagt. Eftir 30 ár sum lærari ert tú nokso nógv eldri enn næmingarnir, tolið er kanska heldur ikki tað sama sum onkuntíð. Men onkuntíð fært tú eina góða, serstaka uppliving. Sum í dag. Vit hava lisið “Barabbas” eftir Pãr Lagerkvist, og flokkurin hevur gjørt sítt vanliga bólkaarbeiði. Tey skuldu lata inn eitt skrivligt avrik pluss gera eina kreativa framløgu. Og eg legði dent á, at tey skuldu royna at vera kreativ. Nú, summar framløgur vóru ‘vanlig’ power point, men ein, nei tvær framløgur vóru øðrvísi enn hinar 5. Ein útvarpssamrøða var við Barabbas. Útvarpskonan spurdi hann um hansara viðurskifti við Jesus og við Sahak og annað. Tað var sera væl funnið uppá og hevði nógvar møguleikar í sær – eisini slíkar, sum ikki vórðu nýttir.

 

Hin var ein dansur sum svar upp á uppgávuna um sálarlív Barabbasar. Ein koreografisk útsøgn gjørd til framløgu í føroyskum, tað er nú nokso stuttligt og sera originalt og kreativt. Barabbas er í svørtum, og hinar eru tey kristnu. Dansurin var ein partur av framløgu, sum eisini hevði vanliga PP framløgu pluss eina blýantstekning av Barabbasi – við arrinum og teimum djúptliggjandi eygunum.  Jú tað er stuttligt at vera lærari.

 

011012013

Nýtt er í Hoydølum, at pyntað er í gongini, har er træ og ljós, hugnaligt at koma í skúla í myrkri og stormi.

Ikki nýtt er í Hoydølum, at 3. s og 2. HF hátíðarhalda, at nú er skúlin skjótt av.

016015

Nov 27, 2011

Over the top

Í dag er fyrsti sunnudagur í atvent, tað var sera sjónskt í býnum í gjár. Býráðið hevur sligið sína egnu rekord. Jólatrø í álmanakkavís, allastaðni eru smá jóltrø, á gongubreytini, sum annars er ov smøl frammanundan. Nú ljóði eg ordiliga sum ‘ilt eyga…einki gott sjá’, men also tónleikurin, tá ið tú komst niðan á Vaglið í gjár. Er eitt sindur bíligt at seta jólaplátur á og so skrúva upp. Tíbetur var eitt lítið kór har, sum fór at syngja jólasangir, so tey sløktu hátalaran. Vaflur og rómi og bollar og pannukakur. Nú skal alt seljast í senn; alt árið í ring ganga vit og gronast og skunda okkum í gjøgnum ein tóman bý; og so nú skula øll vera glað? og smílandi? Jólasøla í Handilskjarnanum, jólasøla í Perluni, jólasøla. jólasøla.  Ókeypis! um tú…. Ókeypis!!!!….um tú. Og so blokkurin, kann mann brúka hann til jólagávur? Nær fáa vit hann? Fyri jól?

Nú hevur fíggjarmálaráðið fingið nýggjan skrivara. Hon er sooo flott, teir ganga allir og hyggja og sleikja sær um munnin, Jørgen, Snorri, Kári P ja teir flestu. Men hvør er hon, nei tað visti eingin at siga. Men tey vistu hvussu hon eitur, hon eitur Tina Bloch, onkur helt, hon var kanska í familju við Dorete, men tað haldi eg ikki. Onkur annar segði, at tað var ein maður, sum teir gingu og hugdu eftir við elevatoreygum, hann skuldi eita Bragi Bloch, kenna tit hann?

Eg fekk eina vinkonugávu í gjár, eitt lítið glas av brendum mandlum, eg tók eina mynd av teimum. Havi etið tær allar. Takk Solli!

 

IMG_0585[1]

 

mótmæla blokk 013

mótmæla blokk 020

mótmæla blokk 064

Nov 26, 2011

MÓTMÆLA ÆTLANINI HjÁ ABDH

Nógv fólk var komið saman í Vágsbotni. Veðrið var gott, turt og stilt. Ein perlurøð av góðum talum. Fyrst var Sigri Gaini, hon sló fast, at samgongan svíkir síni lyfti og allir flokkarnir har hava selt síni grundleggjandi virði fyri eitt pláss í landsstýrinum. Hon nevndi sestakliga, at tað man vera eindømi í dagsins Evropa, at eitt stýri skipar fyri at skerja talu og framløgufrælsi, hon sipar her til, at MIðflokkurin hevur fingið teir at “parkera” etisk mál. Sigri var greið í síni talu og stríðshugað.

IMG_0552[1]

Í millum talurnar las Laura Joensen yrkingar, Laura er altíð góð! Hon las Jóannes Patursson og Trónd Olsen, báðar yrkingarnar vóru frá tjóðsparrørslunnar gulløld. Og hennara stálmál, hóskaði væl til tær stálsettu reglur. Eitt poeng var, at føroyingar eru ótrúliga raskir, tá ið ræður um at klintra upp á toppin, sveiggja í berginum og verja seg í ódn, og takla brim og mótgang. MEN í logn og á sløttum eru vit so nógv ov lin og líkasæl. Tað er kanska hetta syndromið, sum nú svíður. Eyðun úr Frændum sang, og hann hevði valt teir mest kendu og mest elskaðu sangirnar. “Kaga upp í himmalin” var jú eina tíð okkara óalmenni tjósangur.

 

IMG_0559[1]

Mín favorittur millum røðararnar má vera Høgni Mohr! Hann talaði frá hjartanum um slíkt, sum hann hevur upplivað í sínum langa lívi. Um fólkaflokkin, sum er so nógv broyttur, um Torstein Petersen, sum stóð stinnur á sinni. Og hann fekk lógvabrestir fyri síni orð um, at høvdu tað verið 7 kvinnur, sum sótu í sjónvarpsstovuni kvøldið eftir valið og høvdu sagt nei at bræða blokkin, so høvdu tær nokk hildið sítt lyfti. Kvinnurnar vóru vanar at klára seg og síni, hann hugsaðu um tær mongu fyrr, sum sótu einkjur ella vóru ommur at faðirleysum børnum.

mótmæla blokk 021

Sum russinan í endanum kom Føroya ‘besta skald’,  Jóanes Nielsen. Bersøgin sum altíð. Hannn tosaði um kapitalismuna og koloniveldi, sum altíð arbeiðir fyri seg sjálvt. Jóanes nevndi eisini Klaksvikar útróðrarmannafelag, sum í sjeytiárunum var eitt radikalt felag , men sum nú er ein deild av fólkaflokkinum. Hann tók eisini Miðflokkin ígjøgnum: flokkurin hevur sum so einki tilverugrundarlag, uttan eitt: teir hava sum politikk “at verja reyvaringin á tí føroyska manninum”. Ja hatta er eitt sitat, tí slíkt hevði eg ikki torað at sagt! Men Jóanes torir, hatta er upp á ein máta hansara metier. Hann var virkuliga fínur.  Góður fundur, stemningurin í topp!

mótmæla blokk 024

Hatta innkoyring forboðin skeltið kann óivað nýtast í eini tulking av myndini. Higar og ikki logur, ella sum Høgni segði, hann hopaði , at danir fóru at siga , nei nei, nú er nóg mikið við tykkum!mótmæla blokk 046

mótmæla blokk 048

mótmæla blokk 050

mótmæla blokk 053

mótmæla blokk 054

mótmæla blokk 057

Nov 25, 2011

Mínir klubbar 1

Sótu hjá Anne Lise og hugnaðu okkum, meðan ódnin leikaði í uttanfyri. Anne Lise bjóðaði fiskasúpan m. a. við chili úr Turkínum Smiley og dessert a la Jamie Oliver, umm. Men vit sótu ikki leingi, tí hann segði bara verri og verri veður. Nú gleða vit okkum til jólasølu, feitar flugur og heimavirkisfelag og , hvussu tað nú alt eitur. Durita og Jórunn verða í Handilskjarnanum um vikuskiftið.

005

Mikudagin vóru vit hjá Marjun í Hvalvík, hon serveraði ovnsrætt við eplum, skinku og osti og øðrum og súreplakaku omaná. Bókin var fyrsta bind av Kristin Lavransdóttir. Allar hildu, at bókin er fín, Brynhild greiddi frá lívi Sigridar Undset. Søgulig skaldsøga, sum byggir á gransking av 1300 talinum, men sum eisini lýsir menniskjaliga kenslur, sum vit kenna aftur í okkum sjálvum.

009

 

                                                                                                                                                                                                           

Nov 23, 2011

Dagar ið broyttu heimin (2)


HM 1976



31. juli 1976 kl. 2 ella 3 á morgni komu eg og Inga Rósa gangandi niðan ígjøgnum Havnar bý. Veðrið var av tí fagrasta. Nakað av fólki gekk enn í býnum, summi við góðari føru. Nógv pør gingu tætt samantvinnað. Vit tímdu illa heim enn, og glaðar vóru vit, tá ið vit hoyrdu onkran kvøða. Skundaðu okkara ferðini eftir ljóðinum, og har uttan fyri sjónleikarhúsið var ein ringur. Dansurin í Sjónleikarhúsinum var liðugur og húsið stongt. Men ólavsøkufólkið vildi ikki lata sær siga, tey vóru ikki mett av dansi enn. Vit sóu nú onkran, sum vit kendu í dansinum og fóru uppí. Tann , sum vit kendu , var Jógvan Adolf. Hann høvdu vit kent leingi, líka síðani hann og Elspa høvdu gingið í klassa saman á læraraskúlanum. Tað var ein so sjáldsamur klassi, vit kendu tey øll, tí tey vóru so nógv saman og so stuttlig, har vóru eitt nú Hallgerð Hansen, Brynhild Follend og Arne Ludvig, Ata úr Mykinesi og Hanna, Gutti og Heini.


BKogIR1976.2 001


Vit fóru uppí ímillum Jógvan Adolf og ein stóran mann í føroyskum klæðum. Hann var ein flottur fýrur, tað kendi eg á mær, nú ið helt í hesa stóru hondina og hoyrdi hann kvøða við, men eg sá mest Jógvan Adolf og eygleiddi hansara livandi sjónleikakvøðing. Eg visti ikki tá, at tann stóri maðurin æt Hans Marius, ei heldur grunaði eg, at hann og eg skuldu vera samanbundin frá teirri løtu, til hann mátti fara hiðani 34 ár seinni.


Eg búði í Danmark, var heima í feriu, hevði kátt mítt lív saman við Ingu Rósu. Sólrun var tá 7 1/2 ár og spældi við Leyvoy og aðrar gentur í Grønlandi. Eg var 26 ár, og Sólrun og eg høvdu búð tværeinar í tvey ár.


Turið og Bergur 010Turið og Bergur 008Turið og Bergur 009Leynasandi




Dagurin var reiðiliga komin, tá ið vit góvust at dansa uttan fyri Sjónleikarhúsið. Nú fóru vit - øll gongan, ein túr gjøgnum býin, trek at fara heim, royndu at fá hesa fagnaðarløtu at vara longur , á Kongabrúnna, longur á Skansan. Á Skansanum steðgaðu vit á, og til at fáa løtuna at vara enn longur bóðu vit sjeikarnar koma heim at fá sær morgundrekka. Í Leivsgøtu var ólavsøkuhýrur, og tey vóru fegin, at vit komu við gestum. Men drekkamunnurin mundi vera hvørki so: av óvart gav eg Hans Mariusi te úr eini kaffikannu, og tað er aldrin smart. Hann spurdi, um eg helt hann vera sambandsmann, hann sipaði sjálvandi til táttin um “..sambandsmenn...drekka kaffi og te í senn”. Soleiðis fekk eg beinanveg at síggja Hans Mariusa mest eyðkendu síðu okkara fyrsta kvøld, sum jú var ein morgun.


Í dag hevði Hans Marius fylt 70. Men nú er hann æviga ungur, sum tíðliga á morgni annan ólavsøkudag 1976, tá var hann 34 ár. Harragud sum eg sakni teg!

Nov 22, 2011

Tillukku Sólrun!

 

 

Í dag fyllir mín elsta genta ár. Hon er mitt í sínum vaksna lívi, mann og børn og hundar og bilar og hús og summarhús. Busy is the best way to be. Henda myndin er tikin á Sólbakkanum og framkallað í kjallaranum á Sólbakkanum, har var myrkakamar, og Jákup hevði foto sum hobby eina tíð. Sólrun.smíl

Nov 21, 2011

Yes we can 2

Av tí at tað var so nógv fólk til ferniseringina, at eg fekk ikki tikið av myndum, havi eg verið aftur í Smiðjuni og tikið myndir av verkunum. Men tit , sum enn ikki hava sæð framsýningina: snýtið ikki tykkum sjálv, men farið oman í Smiðjuna! Opið er í morgin týsdagin afturat. Tær báðar ovastu eru frá áv. 59 og 61, portrettið av Jórunni er frá 70unum og hinar báðar eru nýggjari. Øll verkini hjá Jórunni eru nýggj.

012

015

017

 

020

021

024

026

028

031

Yes we can!

Hesi orðini segði einaferð eitt forsetavalevni í USA, og seinni varð hann fyrsti litti forsetin í Amerika. Og hygga nú at Smiðjuni! segði Rani Nolsøe, sum spældi og sang tveir sangir, tá ið listaframsýningin hjá Jóan Paula og Jórunn læt upp í dag. Jóan Pauli var á íversetaraskeiði hjá Rana, og Rani var tað, sum gav honum brekkustart, sum Jóan Pauli segði.

011 - Kopi

Jóan Pauli hevur altíð teknað, tá ið hann var barn, hevði hann tekningar í “Mínari jólabók”. Tær myndirnar eru eisini á framsýningini, tvær frá 1959 og triggjar frá 1961. Tað vóru eldhugaðir lærarar sum Svenning Tausen og Jákup Kjeld, sum skipaðu fyri. Tá ið Jóan Pauli var ungur, gekk hann á skeiði hjá Janusi Kamban og sat eisini fyri hjá okkara fremsta myndhøggara. Seinni, tá ið familjan búði í DK í sjeytiárunum, gekk Jóan Pauli at læra croquis. Síðani hevur ein langur steðgur verið, og lítillátin og stillførur sum maðurin er, hevur tú einki hoyrt ella sæð til hansara góðu gávur. Og tó ikki sørt, Jóan Pauli hevur so mangar aðrar gávur, hann er skald, táttaskald og dugir væl at taka til og snara orðum og setningum. Altíð originalur, ongantíð keðiligur ella prosaiskur. Ná, í 2007 byrjaði hann aftur at arbeiða við at tekna. Jórunn og Jóan Pauli arbeiða nú bæði við list heima í Sílagøtu. Jórunn hevur fyrr havt framsýningar, tey seinni árini saman við 5 feitum flugum.  Nógv fólk var til ferniseringina, sum Anne Lisa segði, hetta er ikki ein framsýning , hetta er ein “event”.

014

015

 

018

020

021

 

023

 

027024