Jun 21, 2015

Føroya fólkaháskúli

Ein summardagur á háskúlanum. Tað hevur altíð verið so, at háskúlin átti – um ikki ongan – so fáan góðan á tingi. Háskúlamenninir sjálvir høvdu ikki tíð at sita á tingi, teir brúktu alla sína tíð í sínum hjartans arbeiði millum tey ungu.

016

Kata

Tey ungu ja, gestirnir á háskúlanum í dag vóru tilkomin og eldri og børnini. Hvar eru tey ungu, tey eru ikki her, summarferian er ikki byrjað, og ungdómurin, flytføri ungdómurin er ikki komin heim enn. Skjótt verða tey at síggja í gøtunum, skjótt koma tey heim at giftast og at doypa børn, og vinirnir koma heim í brúdleyp og í barnadóp. Tveir stuttar mánaðir sleppa vit at síggja tey, ommur og abbar gleða seg.

007

Háskúlafelagið hevði sett eina vinnaraskrá saman. Eingin festivalur hevur so nógv av tí allarbesta samlað ein dag. Sjálvandi var alt ov lítið av fólki, har er pláss til nógv fólk á háskúlanum, serstakliga í góðum veðri.

Og veðrið var brúkiligt, tað regnaði ikki, og tey flestu vóru ílatin til at vera úti. Um tú vart ov køld, bar til at seta seg inn í matarhøllina at fáa tær kaffi.

011

Jú Annfinnur og Háskúlafelagið  gera sær stóran ómak, tað sæst á øllum brøgdum. Nú hava tey byrjað eina tilgongd her í Havn, men háskúlin er ikki ein havnarskúli, og nú er at liggja á takinum !

Frá fyrsta degi, komu næmingar úr øllum landinum, í hvørji bygd í Føroyum eru fólk, sum antin sjálvi hava verið á háskúla ella hava foreldur ella ommur og abbar, sum hava verið á háskúla. Nú eru eingi eftir, sum hava verið í háskúla í Klaksvík ella í Føgrulíð, men teirra eftirkomarar hava ivaleyst hoyrt um ta góðu tíð tey høvdu á háskúlanum. Eg kenni eina konu, sum er gott 80 ár, og sum er dement. Hon minnist næstan einki, men hvørja ferð hon sær meg, sigur hon frá síni tíð á háskúlanum. Kanska tíðin er nú komin til at gera tiltøk aðrastaðni enn í Havn, basar í Klaksvík ella konsert í Fuglafirði ella skemt á Sandi til fram fyri Háskúlan?

012

Kirsten hevur fyrilestur um søgur hjá Regini í Líð

Háskúlin MÁ hava vinir runt landið, tað ber ikki til annað! Hetta er ein landsinnsamling, hvørji feløg ella bólkar eru, sum eru fús at taka eitt tak? Kvinnufeløg, bindiklubbar, mentanarhús ella ítróttarfeløg ….finna uppá okkurt, tit eru so von at samla pengar inn til alt møguligt, og vit plaga at stuðla, keypa kaffi, keypa lutaseðlar, keypa tombolaseðlar osfr. Anyone?

005 

http://haskulin.fo/

Jun 14, 2015

ORÐ og TÓNAR í juni

Nú eru so nógvir bloggarar at kappast við, tað er deiligt, hvør hevur sín vinkul og sínar myndir. ORÐ og TÓNAR í juni høvdu eina so spennandi skrá: Kópakonan, Marques, Vilhjálmur við Hoygil, Budam og Kjartan Hansen. Eitt gott tiltak, sum fólk rættiliga hava tikið til sín.

Dorit hevði eina sera persónliga tilgongd til Marques - Macondo og Norðdepli sum paralellar søgur.

012

Marianna var sera væl fyrireikað, og hennara frásøgn var ein rættiligur brellbiti til søguna “Hundrað ára einsemi”, sum hon hevur týtt til føroyskt. Hans Torgarð las brot úr bókini.

017020006

Búi og Magnus spældu løg, og Búi sang. Hann syngur á sermerktan hátt, hart men inniligt of framførslan er húðarleys….upp á tann góða mátan.

008028

Tað verður spennandi, tá ið bókin hjá Ennu kemur út, vit verða nokk ongantíð liðug við Kópakonuna….ein ævinlig gáta um okkara egna lív og okkara medmenniskju. Pól – tíverri sæst Enna ikki so væl -  er hann, sum stýrir hesum kvøldsetunum, og Jonhard er maðurin aftanfyri.

005

002

Jun 11, 2015

65 ár

Tað er nokso løgið at skriva sær sjálvari eina føðingardagsheilsan, men tá ið eingin annar ger tað so...nei tvætl!

Nei heilsanin er til mínar vinkonur og javnaldrar Solli og Libby, eisini kendar sum Sólveig og Elisabeth. Vit spældu á Grønlandsvegnum, áðrenn hann nakrantíð var asfalteraður. Vit spældu rundbólt á koyrivegnum, og bara onkuntíð kom ein bilur, so flyttu vit okkum og bíðaðu til hann var farin framvið. Vit spældu "heniover" í garðinum hjá Samuelinu, og vit spældu "omma og abbi" og "krógva og blunda". Sólveig og Elisabeth gingu í klassa saman í kommunuskúlanum, eg og Elisabeth gingu í sunnudagsskúla saman.
Elisabeth og eg høvdu telefon á kømrunum, tað vóru mollyblikk við einum tráð, tráðurin var spentur millum húsini - tað hoyrdist fínt, ella soleiðis minnast vit tað. Einaferð - tað var í 1966 - fóru vit útferð til Gjáar, Tá var ikki sum nú, vit fóru við báti úr Havn norð til Oyrar og so við bussi. Vit búðu hjá abba í Hoygarðinum, har var ikki vesi, men nátthús og einki heitt vatn í krananum. Vit hjálptu abba at hoyggja. Her sæst abbi, Kristjan í Hoygarðinum.


Vit eru avmyndaðar uttan fyri hjá Elisavbeth við soviposa í regnfrakka.


Elisabeth situr og sær romantisk út við tí eyðkenda fjallinum í baksýni. Vit eru báðar í strekkbuksum, sum høvdu eina lykkju at smoyggja undir fótin at halda teimum niðri.
Sólveig og eg búðu saman á kollegium í Danmark í nógv ár, har var gott at vera og gott at spæla í parkini uttanfyri. Á myndini sita Sólveig og Elin, tær hava akkurát sparkað bólt.

 
Og nú eru konurnar skjótt 65 , tær fylla báðar í juli mánað. Nú ein morgunin komu tær á gátt hjá mær, tað var stórt.´


 

TAKK MÍNAR KÆRU GOMLU VINKONUR.
 
 
 

Jun 5, 2015

Gjáarsesong

Vit gjørdu eitt rend norð at taka ímóti eini frystiboks. Hon kom við GCargo.

Turið váraði - inni og úti, og eg rættaði stílar. Turið hevur smurt gólvið í góðustovu, og er so smátt farin at hyggja at vindeygunum. Hanni inspiserar arbeiðið.


Næstu ferð verður rudding á skránni, men vit hava ein rusktrupulleika við Gjógv.
Tey hava eitt ruskpláss, men tað er opið tveir tímar um vikuna, okey eg veit at tey eru fáment - men tveir tímar? Eisini fastbúgvandi gjáarfólk halda tað er uttanhanda, tí kanska tú ert burtur teir tveir tímarnar leygardag, tú ert kanska av bygdini og vitjar børn og barnabørn.
Herligt at sova við Gjógv, hevði vindeygað opið í nátt, so vælgerandi.