Jun 21, 2015

Føroya fólkaháskúli

Ein summardagur á háskúlanum. Tað hevur altíð verið so, at háskúlin átti – um ikki ongan – so fáan góðan á tingi. Háskúlamenninir sjálvir høvdu ikki tíð at sita á tingi, teir brúktu alla sína tíð í sínum hjartans arbeiði millum tey ungu.

016

Kata

Tey ungu ja, gestirnir á háskúlanum í dag vóru tilkomin og eldri og børnini. Hvar eru tey ungu, tey eru ikki her, summarferian er ikki byrjað, og ungdómurin, flytføri ungdómurin er ikki komin heim enn. Skjótt verða tey at síggja í gøtunum, skjótt koma tey heim at giftast og at doypa børn, og vinirnir koma heim í brúdleyp og í barnadóp. Tveir stuttar mánaðir sleppa vit at síggja tey, ommur og abbar gleða seg.

007

Háskúlafelagið hevði sett eina vinnaraskrá saman. Eingin festivalur hevur so nógv av tí allarbesta samlað ein dag. Sjálvandi var alt ov lítið av fólki, har er pláss til nógv fólk á háskúlanum, serstakliga í góðum veðri.

Og veðrið var brúkiligt, tað regnaði ikki, og tey flestu vóru ílatin til at vera úti. Um tú vart ov køld, bar til at seta seg inn í matarhøllina at fáa tær kaffi.

011

Jú Annfinnur og Háskúlafelagið  gera sær stóran ómak, tað sæst á øllum brøgdum. Nú hava tey byrjað eina tilgongd her í Havn, men háskúlin er ikki ein havnarskúli, og nú er at liggja á takinum !

Frá fyrsta degi, komu næmingar úr øllum landinum, í hvørji bygd í Føroyum eru fólk, sum antin sjálvi hava verið á háskúla ella hava foreldur ella ommur og abbar, sum hava verið á háskúla. Nú eru eingi eftir, sum hava verið í háskúla í Klaksvík ella í Føgrulíð, men teirra eftirkomarar hava ivaleyst hoyrt um ta góðu tíð tey høvdu á háskúlanum. Eg kenni eina konu, sum er gott 80 ár, og sum er dement. Hon minnist næstan einki, men hvørja ferð hon sær meg, sigur hon frá síni tíð á háskúlanum. Kanska tíðin er nú komin til at gera tiltøk aðrastaðni enn í Havn, basar í Klaksvík ella konsert í Fuglafirði ella skemt á Sandi til fram fyri Háskúlan?

012

Kirsten hevur fyrilestur um søgur hjá Regini í Líð

Háskúlin MÁ hava vinir runt landið, tað ber ikki til annað! Hetta er ein landsinnsamling, hvørji feløg ella bólkar eru, sum eru fús at taka eitt tak? Kvinnufeløg, bindiklubbar, mentanarhús ella ítróttarfeløg ….finna uppá okkurt, tit eru so von at samla pengar inn til alt møguligt, og vit plaga at stuðla, keypa kaffi, keypa lutaseðlar, keypa tombolaseðlar osfr. Anyone?

005 

http://haskulin.fo/

No comments:

Post a Comment